Filmur um Bon Scott frá AC/DC

Lívið hjá deyða forsangaranum í væl umtókta bólkinum AC/DC skal nú endurskapast sum filmur.

Leikstjórin Eddie Martin er farin undir at savna saman týdningarmiklastu hendingarnar frá lívinum og karrieruni hjá avstralsku rokkstjørnuni. Hann tosar við vinir og familju, men hann manglar framvegis ein týdningarmiklan part av søguni, sum hann vónar at ein kvinna, sum eitur Silver, kann geva honum. Higartil hevur tað tó ikki borið til at leita sær fram á Silver.

 

- Hon er tann, vit allarhelst vilja tosa við. Silver var frá Adelaide og búði saman við honum í London, eftir at hann var farin frá konuni Irene, sigur Martin frá.

 

Væntandi fer avstralski sjónleikarin Tom Budge at spæla leiklutin sum gittarleikarin í AC/DC, Angus Young, men Martin hevur enn ikki funnið nakran til at spæla Scott.

 

Bon Scott doyði av rúsdrekkamisnýtslu í London 19. februar 1980. Hann varð bert 33 ár.