Fimleikur
Í fjør sá Fimleikalistin fyrstu ferð dagsins ljós, og eydnaðist hon so mikið væl, at fyrireikarnir avgjørdu, at hava hana aftur. Eins í fjør eru tey luttakandi liðini vald á árligu fimleika¬fram¬sýning-unum hjá Havnar fimleikafelag. Hesi hava víst eitt hvørt serstakt sum fyrireikingarbólkurin hevur mett passaði væl til Fimleikalistina.
Hvat er Fimleikalist? Jú, Fimleikalistin er ein fimleikalig uppliving, har áskoðarin, í ein góðan tíma, fær høvi at uppliva tað besta í kappingarfimleikinum og tað besta í breiddarfimleikinum. Fimleikarar á høgum støði vísa fantastiskar og forvitnisligar rørslur og verður tiltakið kryddra við ymiskum, sum ikki verður avdúkað her.
Við hesum vil nevndin í Havnar fimleikafelag vísa almenninginum, hvussu nógv fimleikurin í Føroyum hevur ment seg seinastu árini, og vil á henda hátt varpa ljós á fimleikin og listina, sum tað í veruleikanum er.
Einans tvær sýningar verða 18. mai. Tann fyrra kl. 15 og tann seinna kl. 18.