Fimm ákærur um árið

Løgreglan í Føroyum má fáa nýggjastu tøknina, so at hon fær betri yvirlit yvir støðuna

Í Føroyum eru kanska eini fimm mál um árið, har fólk eru fyri talgildum harðskapi. Tað heldur danski løgmálaráðharrin, Mattias Tesfaye. Í kjalarvørrinum á nøkrum málum, sum vóru herfyri um, at nakinmyndir av ungum kvinnum vóru komnar undan kavi á sosialu miðlunum, hevur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, spurt løgmálaráðharran, hvussu nógv mál av slíkuim slagi eru í Føroyum.

 

Mattias Tesfaye sigur, at í árunum frá 2012 til 2022, hava eini 200 mál um av hesum slagi verið í Føroyum. Men talið skal takast við einum ávísum fyrivarni, tí í summum førum er ikki talan um talgildan harðskap. Tískil ber ikki til at siga við vissu, hvussu nógv mál um talgildan harðskap hava verið í Føroyum seinastu árini, men ein meting er fimm mál eru um árið.  Men støðan er eisini tann, at í 2017 var lógin broytt, so frá 1. apríl í 2017 til í juli í 2018 vóru tað tey órættaðu sjálvi, sum máttu leggjgja sak  at leggja sak.

 

– Tað er ørkymlandi, at tað ikki ber til at fáa nágreinilig hagtøl á hesum øki tí vit mugu vita, um trupulleikin veksur ella ikki, sigur Sjúrður Skaale í eini viðmerking. Somuleiðis er tað órógvandi at fáa at vita, at eitt skifti stóð tað kvinnurnar sjálvar at leggja sak í málum um talgildan ágang. Tað kann hava ávirkað tølini nakað, heldur fólkatingsmaðurin.

 

Men løgmálaráðin sigur eisini, at løgreglan í Føroyum hevurt ikki nýggjastu teldutøknina og Sjúrður Skaale eldur, at tað er neyðugt at hon fær tað so at tað ber til hjá føroysku løgregluni at fáa betri yvirlit yvir talgildan harðskap.