Fimm av 11 eru skiftir út

Landsliðið, sum seinnapartin fer at spæla ímóti Lettlandi, er í nógv øðrvísi útgávu, enn tað var í 1-0 tapinum ímóti Estlandi

fsf.fo:

 

Klokkan 16:00 fer manslandsliðið á vøllin aftur, tá Lettland tekur ímóti LNK Stadion í Riga. Og samanborið við dystin farna leygardag, tá Føroyar taptu 1-0 fyri Estlandi, hava Eyðun Klakstein, landsliðsvenjari, og Atli Gregersen, hjálparvenjari, gjørt fimm broytingar í byrjunaruppstillingini.

 

Út eru farnir Jóannes Kalsø Danielsen, Viljormur Davidsen, Brandur Hendriksson Olsen, Hanus Sørensen og Petur Knudsen. Í teirra stað koma Jann Benjaminsen, Gullbrandur Øregaard, Géza Dávid Turi, Áki Samuelsen og Adrian Justinussen.

 

Liðið, ið byrjar á vøllinum sær soleiðis út: Bárður á Reynatrøð verður í mál, og verjuna manna Jann Benjaminsen, Samuel Chukwudi, Gunnar Vatnhamar, ið eisini er liðformaður, Gullbrandur Øregaard og Martin Agnarsson.

 

Á føroyska miðvøllinum vera Árni Frederiksberg, Géza Dávid Turi, Jákup Biskopstø og Áki Samuelsen, og fremsti maður verður Adrian Justinussen.

 

Eykamenn eru Ari í Haraldstovu Petersen, Silas Eyðsteinsson, Jóannes Kalsø Danielsen, Ari Olsen, Arnbjørn Svensson, Viljormur Davidsen, Noah Mneney, Brandur Hendriksson Olsen, Jóannes Bjartalíð, Hanus Sørensen, Petur Knudsen og Páll Andrasson Klettskarð.

 

Avspark er klokkan 16:00, og dysturin kann síggjast beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya. Sendingin byrjar klokkan 15:50.