Fimm føroysk mál í útivallartapi hjá HIK

HIK tapti greitt fyri TMS Ringsted á útivølli í dag

Marianna G. Eystberg skoraði fýra mál, og Magna Tórðardóttir skoraði eitt mál, tá tær og liðfelagarnir í HIK vóru fyri greiðum tapi í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

HIK tapti í dag 22-30 fyri TMS Ringsted. Ringsted var á odda 16-13 í steðginum.

 

HIK er triðaftast í deildini við fýra stigum fyri sjey dystir.

 

Tó eru bert tvey stig upp til sjeynda plássið, har Gudme HK hevur sjey stig. 

 

Komandi dysturin hjá HIK verður leiktur á útivølli í Århus, sunnudagin 20. november. Mótstøðuliðið verður AGF.