Bústaðir hevur ætlanir um at byggja 5 íbúðir í Sørvági, boðar Sørvágs kommuna frá í dag.
Økið, ið ætlanin er at byggja á, er liðugt planerað.
Íbúðirnar liggja í góðum umhvørvi og hava gott útsýni yvir alla bygdina.
Umframt hesar fimm bústaðirnar, ætlar Bústaðir eisini at byggja fimm nýggjar bústaðir í Sandavági og í Miðvági, so at talið á nýggjum bústøðum, sum Bústaðir byggir í Vágum, veksur upp í 15.