Fimm stórir favorittar

Tølini siga, at higartil í ár er tað 10 ferðir komið fyri, at favorittur hevur snávað

Umfarið, sum seinnapartin er á skránni, eitur nummar 23. Tað er bara NSÍ, sum hevur spælt 22 dystir. Hini hava spælt 21 og 20 dystir. Tað bíða fleiri útsettir dystir. Tann fyrsti verður mikukvøldið, tá ið TB fær vitjan av EB/Streymi.

 

Seinnapartin eiga øll tey fimm, sum eru ovast á stigatalvuni, heimavøll ímóti mótstøðuliðum, ið eru niðari á støðutalvuni.

 

At talan er um stórar favorittar er ikki trygd fyri, at talan bara verður um favorittsigrar. Tølini siga, at higartil í ár er tað tíggju ferðir komið fyri, at tey fimm, sum nú eru niðari á støðutalvuni, hava vunnið stig ímóti teimum ovaru á talvuni. Talan er um níggju javnleikir, og so megnaði EB/Streymur at vinna 2-1 á heimavølli ímóti NSÍ. Tað var 13. juni.

 

Tað verður sagt frá góðum fótbóltslíkindum seinnapartin. Vindferðin verður 4 – 6 metrar um sekundið av útsynningi, tað verður turt, og talan verður um 11 – 12 hitastig.

 

 

 

 

 

KÍ – 07 Vestur: Alex Troleis kl. 15.00

 

Víkingur – B68: Eiler Rasmussen kl. 15.00

 

NSÍ – TB: Rúni Olsen kl. 15.00

 

HB – EB/Streymur: Kári J. á Høvdanum kl. 18.00

 

B36 – ÍF: Bjarki Danielsen kl. 15.00

 

21192083659
Víkingur211452471947
HB201244591740
B3621993382236
NSÍ22958373432
07 Vestur216411285922
EB/Streymur205411173819
B68215412245419
ÍF213414205013
TB20031710643