Hans Marius Ziska vann við bólkinum Marius føroysku finaluna í Global Battle Of The Bands leygarkvøldið og fór í gjár í upptøkuhølið við bólkinum. Ætlanin er at spæla fyrstu fløguna hjá Marius inn, og síðan verður fari til London at kappast við bólkar úr 26 ymiskum londum um 100.000 dollarar og eina konsertferð kring heimin. Vit hava biðið hann um at valt teir fimm bestu tónleikabólkarnar í heiminum.
Hopleys uppgáva
Tað er fullkomiliga hopleyst at velja fimm teir bestu bólkarnar í heiminum segði Hans Marius, tá eg ringdi aftur aftan á, at eg í nakrar tímar hevði latið, hann hugsað um hvørjir fimm tónleikabólkar vóru teir allarbestu í heiminum.
Hann hevði júst vunnið GBOB kvøldið fyri, og vit avtalaðu at bíða eitt døgn, og so venda aftur til hetta.
Eg ringdi aftur mánakvøldið, og hann var enn øgiliga ivasamur. Hann greiddi frá, at tað er so ymiskt, hvønn tónleik hann lurtar eftir, og tí broytir svarið seg eisini alt eftir nær spurningurin verður spurdur. Men tað er jú eisini áhugavert, at vita hvørjar fimm hann metir vera teir allar bestu, nú hann júst hevur vunnið GBOB. So vit tóku støðu í Hans Mariusi mánakvøldið kl. 20.24.
Virkin á tónleikapallinum
Tónleikur hevur nógv at týða í gerandisdegnum hjá Hans Marius, og hann hevur verið virkin á føroyska tónleikapallinum síðan síðst í 90unum í bólkum sum Flux, Hatespeech og nú Marius. Hansara boð upp á bestu bólkar í heiminum, eru ikki bólkar, sum eg fari at hugsa um, tá eg hoyri Flux ella Marius. Hetta heldur Marius ikki vera so løgið, tí tá hann setur seg at gera tónleik, so er tað ein prosess, og hann veit ongantíð hvar hann endar, og tí verður tónleikuriin sum hann er.
The Mars Volta
Fyrstu ferð eg hoyrdi The Mars Volta var á MTV, eg hoyrdi bara endan á einum sangi í Alternative Nation og sjálvt um eg ikki hoyrdi so nógv, so bleiv eg beinanvegin fangaður, eg leitaði eitt sindur eftir teimum, men fekk ikki fatur í eini fløgu fyrr enn tvey ár aftaná ok, eg leitaði ikki serliga væl.
Alternative Nation er annars ein sending við ræðuliga nógvum ringum bólkum, men av og á sær man ein superbólk, sum The Mars Volta. Eg haldi, at tað vóru rútmurnar sum fangaðu fyrst. Men eisini sangarin Cedric Bixler Zavala er fantastiskur, røddin minnur nógv um Robert Plant, tá hann skríggjar. Gittarspælarin Omar Rodriguez Lopez ger tað mesta. Hetta minnir eitt sindur um 70ára rokk, men er progressivur tónleikur, sangirnir eru ofta langir og strórslignir, man veit ikki heilt um tað eru sangir ella verk.
Kashmir
Eg byrjaði at lurta eftir Kashmir, tá teir góvu Cruzential út. Tá vóru teir rættuliga fjoluttir. Men eisini her vóru tað rútmurnar sum fangaðu, í nøkrum sangum gingu teir amokk. Teir eru nakað heilt annað í dag enn tá. Eg haldi, at tað, sum er so ræðuliga gott við Kashmir, er, at teir alla tíðina broyta seg til okkurt, sum er betri. Hvørja ferð teir geva eina fløgu út, so ræðist man, at nú skal tað kiksa. Men higartil er tað bara blivið betur og betur. Teir eru ongantíð bangnir fyri at royna nýggjar genrir. Tónleikararnir eru teir somu, og tú hoyrir, at tað eru teir og at sangarin er Kasper Elstrup, men alíkavæl broyta teir seg alla tíðina. Tann nýggja fløgan er heilt genial.
Mew
Eg lurtaði nógv eftir næstseinastu fløguni hjá Mew Frengers. Hon fangaði bara. Hetta er kvalitetur, tónleikurin er væl spældur og rútmurnar eru gjøgnumtonktar. Eg haldi eisini, at sangarin er ræðuliga spesiellur. Alt við Mew er feitt, gittarmelodiirnir tildømis.
Mær dámar serliga væl at nýggja fløgan hongur saman, løgini ganga út í eitt. Teir skapa eitt stórt ljóðbílæt sum er behagiligt.
AC/DC
Tað er serliga fløgan Back in Black, sum ger at eg nevnið AC/DC. Hetta er ein ordilig ballingarfløga í mínari verð. Tað er altíð feitt at lurta eftir tónleiki, og fordjúpa seg í tónleik, lurta eftir detaljum og liva seg inn í tað. Har er AC/DC bara reint rokknroll, solidur rokkur, ella stutt sagt, feitt.
Pink Floyd
Pink Floyd er bara gott. Eg havi altíð vitað, at Pink Floyd var gott, men ikki lurta nakað serligt eftir teimum. Men orsakað av mammubeiggja mínum eri eg farin at lurta eftir tí, og nú skilji eg, hví tað er so gott.