Finala í Firmakappingini klokkan 15.15 - Senda frá klokkan 14

FM1 hevur fólk á staðnum hjá finalistunum tunnil.fo og PM, og sendir beinleiðis frá klokkan 14 í dag

Klokkan 15.15 seinnapartin verður finalan í Firmakappingini - spurnarkappingini - hjá FM1.

 

Finalistarnir í ár eru Tunnil.fo og PM.

 

Vinnarin fær uppihald á Hotel Hafnia ella á Hotel Brandan eitt vikuskiftið fyri 12 persónar við morgunmati pluss døgurða fyri 12 persónar á Geisa. Tveyarin fær Búff og Bowl frá Bowlinghøllini á Hálsi í Havn.

 

Reportarnir hjá FM1, Ragnar Sjúrðarson og Petur Zachariassen fara at vitja tunnil.fo og PM, og sent verður beinleiðis frá klokkan 14.

 

Í studionum vera tað Heri Simonsen og Óli G. Samuelsen sum taka sær av at avgreiða Firmakappingina.