Finalan í Firmakappingini hjá FM1 verður hósdagin klokkan 15.10

Finalan í Firmakappingini - spurnarkappingini - hjá FM1 verður millum Betri Pensjón og Spekt

Hósdagin klokkan 15.10 verður finalan í Firmakappingini - spurnarkappingini - hjá FM1.

Tað vera Betri Pensjón og Spekt, ið kappast í finaluni.  

Vinnandi fyritøkan og taparin í finaluni vinna hvør sín góðan vinning.

Høvuðsvinningurin er ein flogferð við Atlantic Airways til Keypmannahavnar og aftur, og gisting á Hotel Absalon fyri 12 fólk. 

Annar vinningur er Hestur "Kittywakes and Caves" túrur við RIB62 fyri 12 fólk.

Øll kunnu hoyra Firmakappingina HER