Finalustríðið hjá monnum er harðnað

Kollfirðingar tóku eitt stórt fet ímóti FM-finalunum í kvøld.

Heilir tríggir dystir eru spældir í FTZ-deildini í kvøld. Tveir av hesum dystum vóru serliga spennandi, tí at hesir høvdu týdningarmikla ávirkan á, hvat lið skal spæla ímóti H71 í avgerandi finalunum í manshondbólti. VÍF tók ímóti Kyndli í Vestmanna, meðan KÍF spældi í høllini á Hálsi ímóti Neistanum.

 

Undan dystinum ímóti H71 hevði VÍF ikki tapt í níggju landskappingardystum á rað, men hetta mynstrið er vent á høvdið nú, tí at eftir kvøldsins dyst ímóti kyndilsmonnum hava vestmenningarnir tapt tveir dystir á rað. Hálvleiksstøðan í Vestmanna var 17-17, men í seinna hálvleiki vóru kyndilsmenn stinnari og vunnu 34-30.

 

KÍF avgreiddi hinvegin sín setning á útivølli ímóti Neistanum. Hálvleiksstøðan var 12-9 til kollfirðingarnar, og hóast heldur langt var ímillum málini hjá teimum í seinna hálvleiki, so kom sigurin ongantíð veruliga í vanda. KÍF vann at enda 20-17.

 

Úrslitini merkja, at nú er háspenningur í luftini um seinna finaluplássið. VÍF hevur 28 stig fyri 22 spældar dystir, meðan KÍF hevur 26 stig fyri 21 spældar dystir.

 

Harafturat hevur Kyndil 25 stig fyri 22 spældar dystir. Kappingin fevnir um 24 umfør, og tí er tað næstan ómøguligt hjá kyndilsmonnum at vinna sær finalupláss. Matematiski møguleikin er minimalur.

 

Málskjúttarnir í dystinum báðum vóru hesir:

 

VÍF-Kyndil 30-34

 

VÍF: Áki Egilsnes 10, Filip Jojic 4, Julian Olsen 4, Hanus Christophersen 3, Nuunu Lars Olsen 3, Nicklas Selvig 3, Sjúrður Olsen 1, Andrias Eriksen 1 og Agnar Joensen 1.

 

Kyndil: Hørður Fannar Sigtórsson 8, Bartal Klein Olsen 6, David Edvardsen 6, Josef Abrahamsen 5, Finnur Hansson 5, Hjalti Mohr Jacobsen 3 og Høgni Klein Olsen 1.

 

Neistin-KÍF 17-20 (9-12)

 

Neistin: Rói Berg Hansen 4, Rasmus Múller 3, Herbjørn Lava 3, Sjúrður Thomassen 3, Teis Horn Rasmussen 2, Torkil Hentze 1 og Andras Joensen 1.

 

KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 11, Ási Dam 5, Rúni Joensen 2 og Fríði Weyhe 2.