Fingu 300 nátaegg í Lonini leygardagin

Tað verður ikki nógv gjørt við ræning av eggum í bjørgunum longur, men í Sandoynni er hesin siðaarvur ikki heilt dottin burtur.

Tað eru nú fleiri ár síðan, at nakar var í bjørgunum eftir lomvigareggum. Lomvigi reiðrast niðari í bjørgunum enn eitt nú náti, og tí varð ofta farið upp úr báti, tá menn vóru eftir lomvigareggum.

 

Í fleiri ár hevur verið farið eftir nátaeggum, og tá hevur vanliga verið farið út av bakkanum og niður á rókina ella niður í ovaru røkurnar. Her hevur eisini verið farið langt niður í bergið, har hæddirnar eru.

 

Siðvenjan at taka egg - eisini nátaegg - er vorðin meira og meira sjáldsom kring landið, men í Sandoynni er hesin siður ikki farin fyri bakka - ikki enn í øllum førum, og her eru bæði yngri og tilkomin við.

 

Leygardagin var stór manning í Lonini vestantil á Sandoynni. Her er høgt - einir 300 metrar niður í sjógv - og uppi á bakkanum er motorur og spæl, sum teir brúka at draga fólk upp aftur úr Lonini við.

 

##med2##

 

Henda dagin fingu teir stívliga 300 nátaegg, ið teir býttu millum menninar, sum vóru við. Sagt verður, at tá eggið hjá sjófugli verður tikið, verpur fuglurin upp aftur, og tí gongur slík veiða ikki út yvir stovnin.

 

Ein av monnunum, sum vóru við í Lonini leygardagin, var Regin Nicolajsen í Skopun. Hann eigur eisini viðheftu myndir, sum vit hava fingið loyvi at brúka. Hann sigur, at hetta var ein fantastiskur dagur.

 

- Mánadagin var eg aftur saman við øðrum ein túr her norðan fyri Skopun, og tá fekk eg 45 nátaegg, sigur hann.

 

##med3##

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Vanliga verður sagt, at tá eggið hjá sjófugli verður tikið, verpur fuglurin uppaftur.

Regin Nicolajsen var í Lonini leygardagin, og í gjár var hann aftur ein túr saman við øðrum.