Fingu boð um tríggjar stormskaðar í gjár

– Men skaðin var ikki stórur

Tað var heilt fitt av vindi í gjár, serliga norðanfyri og løgreglan sigur, at tey fingu boð um tríggjar stormskaðar og teir vóru allir norðanfyri. Eitt spælihús varð tikið av vindi, ein seglbátur sleit og ein treylari koppaði í vindinum og talan var ikki um nevnivert at skaða.

 

Annars ringdu fleiri fólk til løgregluna tí tey høvdu ampa av ymsum, sum tey hildu, kundu verða tikið av vindi, bæði spælihús, trampolinir, byggitilfar, sum ikki varð nógv væl tryggjað, og annað.

 

Í gjár heitti løgreglan á fólk um at taka trampolinir og spælihús inn fyri veturin, og um annars at taka tað upp, sum liggur leyst rundan um húsini at byrgja fyri, at tað ikki fer í vindinum, nú veturin nærkast og meiri vindur er væntandi.