Partarnir á privata arbeiðsmarknaðinum hittust týsdagin 3/6/2003 til fundar um støðuna, nú verkfall/ verkbann hevur staðið við í vikuvís.
Arbeiðarafeløgini í verkfalli hava víst vilja til at fáa enda á verkfallinum og hava víst samfelagssinni, tað prógva t.d. tey mongu undantøkini, sum givin eru, áðrenn arbeiðsgevararnir tóku leiklutin sum teir ráðandi hesum viðvíkjandi. Tá løgdu teir t.d. Smyril eitt tíðarskeið.
Arbeiðarafeløgini hava slakað heilt nógv í sínum krøvum hesar farnu vikurnar. Frá 25 krónum í tvey ár, varð farið niður á 16,48 krónur. Síðani niður á 14 krónur, síðani 12 krónur, 10 krónur. At enda 8 krónur (í tvey ár) og so ávíst eftirlønarprosent.
Arbeiðsgevarar løgdu út við 3,20 krónum.
Á fundinum týsdagin var greiða støða teirra, at talan kundi gerast um 4 krónur, hvørki meira ella minni. So arbeiðsgevararnir hava hinvegin ikki flutt seg langt hesar vikurnar.
Arbeiðarafeløgini gingu við til tær 4 krónurnar um árið, men hildu fast við kravið um eitt ávíst eftirlønarprosent. Men eisini her slakaðu arbeiðarafeløgini, frá einum prosenti niður í 0,8 prosent og niður í 0,5 prosent. Men uttan úrslit.
Arbeiðarafeløgini fóru við opnum sinni á fundin. Men talan var á fundinum ikki umbeiðsgevarar, sum vóru komnir at tosa um nakað ella at royna semju. Talan vóru um eini kravboð til arbeiðarafeløgini frá FAG og tessvegna fóru partarnir aftur hvør til sítt.
Strongd alivinna
Hvørjaferð verkfall hevur verið seinnu árini, hava arbeiðarafeløgini verið løgd undir at koma alivinn-uni í stóran vanda.
Her skal viðmerkjast, at arbeiðarafeløgini hava altíð víst vilja, so støðan ikki gerst hættislig. Hinvegin er sannroynd, at alarar fylla so nógv í ringarnar og at fiskurin er strongdur, verkfall ella ikki.
At fylla ringarnar á tremur gongur út yvir umhvørvið og fiskin. At nýta støðuna mótvegis arbeiðarafjøldini, sum berjist fyri rímuligari løn, er ikki sømuligt. Ein kann spyrja, hvar eftirlitið og hvat uppgávan hjá Landsdjóralæknanum er. Arbeiðarafeløgini hava víst vilja og samfelagssinni. Arbeiðarafeløgini hava ikki verið órímulig í verkfallstiltøkum, men hava hinvegin havt stóra umsiting av teim mongu undantøkunum. Arbeiðarafeløgini hava ikki sett fram órímulig krøv ella verið órímuligur samráðingarpartur, tað prógvar m.a. slakingin uppá 20 krónur, meðan arbeiðsgevararnir hinvegin bert hava flutt seg nøkur oyru og ikki vilja hoyra talan um eftirlønarprosent. Hinvegin hava arbeiðsgevararnir nú heitt á Føroya Løgting og landsstýrismyndugleikar um at leggja uppí, hóast teir áður hava sagt seg ikki velja hesa loysn, men tað hevur longi verið arbeiðarafeløgunum greitt, at júst hetta var ætlan arbeiðsgevaranna. Arbeiðarafeløgini ynskja ikki hesa loysn, men heldur eigur landsstýrismyndugleikin at fáa part-arnar saman aftur til samráðingarborðið, har Semingsstovnurin aftur eigur at fara til verka.