Fingu onki asfalt til Suðuroyar

Tað eydnaðist ikki arbeiðstakarunum at fáa skip at føra asfalt suður

Tað er orsøkin til, at vegurin ímillum Hov og Porkeri ikki er asfalteraður enn og nú er greitt, at hann verður ikki asfalteraður fyrrenn næsta ár.

Arbeiðið varð boðið út í september og skuldi byrja aftan á, men tá eydnaðist ikki at finna nakað skip at føra asfaltið suður.

Kortini er er ætlanin at merkja vegin aftur sum skjótast og tá ið veðrið loyvir tí. Tað merkir, at tað skal vera hampuliga turt og ikki ov nógvur vindur

Hendrik Old helt, at grundgevingin var løgin, tí hann hann helt, at tað var illa samskipa, at tey ikki høvdu funnið útav, at onki skip var til taks, fyrrenn aftan á at asfaltið varð flust oman av.

Myndina tók Eileen Sandá