Fingu stóran tosk vestanfyri

Leygardagin vóru nakrir bátar úr Sandoynni á útróðri við snellu. Hetta vóru størri glastrevjabátar, sum vóru vestanfyri.

Leygardagin vóru nakrir bátar úr Sandoynni á útróðri við snellu. Hetta vóru størri glastrevjabátar, sum vóru vestanfyri.

 

Bátarnir vóru sambært Facebook-síðuni hjá Sands kommunu Orion, Mary-Ann og Sniolv.

 

- Bátarnir fóru ikki tíðliga avstað, og teir vóru aftur um 16-tíðina henda dagin. Fiskiskapurin var millum 500 og 800 pund á bátin, og veiðan var stórur toskur.

 

Lagt verður aftrat, at rognini í fiskinum vóru longu vatnut, og sambært útróðrarmonnum hevur gýtingin seinastu árini bara verið fyrr og fyrr á hvørjum ári.

 

- Spurningurin er so, hvat tað er, sum ávirkar hetta, verður lagt aftrat á Facebook-síðuni hjá Sands kommunu.