Finn hevur handað Súsonnu lyklarnar

Vaktarskiftið hevur verið á brúnni í Føroya Keypsamtøku

Nýggi stjórin Súsanna Poulsen og fráfarandi stjórin Finn Nielsen

Í gjár seinnapart var vaktarskifti á brúnni í FK. Stjórin hesi seinastu 41 árini, Finn Nielsen, gavst, og Súsanna Poulsen tók stýringina.

 

Finn Nielsen byrjaði í læru í Keypssamtøkuni í 1967 og tók við stjórastarvinum 1. juni í 1981. Hann hevur sostatt myndað alla ta menning, ið FK hevur verið ígjøgnum í eitt mannaminni.

 

Súsanna Poulsen kemur úr starvinum sum rakstrarstjóri í Pisiffik í Grønlandi, har hon hevur havt dagligu leiðsluna av 54 handlum.

 

Móttøka verður fyri fráfarandi og nýggjum stjóra seinni í mánaðinum, siga tey úr Keypsamtøkuni.

 

##med2##

 

Nýggi stjórin Súsanna Poulsen og fráfarandi stjórin Finn Nielsen

Nýggi stjórin í Føroya Keypsamtøku er Súsanna Poulsen