Finna ikki bin Laden

Amerikanararnir funnu al-Zarqawi, men serfrøðingar siga, at tað verður nógv truplari at finna tann veruliga yvirgangsleiðaran.

Um stutta tíð eru fimm ár liðin, síðani trý yvirgangsmenn stoyttu trý flogfør inn í World Trade Center og Pentagon, og umleið 3.000 amerikanarar lótu lív. Men maðurin, sum legði álopið til rættis, Osama bin Laden, er framvegis ikki funnin.

Amerikanararnir halda fyri vist, at Osama bin Laden og næsti maður hansara, Ayman al-Zawahiri, fjala seg einastaðni í fjallalendinum á markinum ímillum Afghanistan og Pakistan. Teir báðir leiðararnir leggja ikki álopsætlanir longur, men nøvn teirra hava sera stóran týdning í al-Qaeda.

Bin Laden og al-Zawahiri vita, at eitt lítið mistak kann gera, at teir verða avdúkaðir. Tí brúka teir hvørki alnótina ella fylgisveinatelefon, og einasta lívstekin frá teimum eru bandupptøkurnar, sum av og á verða sendar sjónvarpsstøðini al-Jazeera.

-At bin Laden og al-Zawahiri ikki taka lut í álopunum og hava lítið samband við umheimin ger tað sera trupult at finna teir, ásannar ein vesturlendskur diplomatur í Istanbul fyri AP-tíðindastovuni. Hann leggur afturat, at tað er nyttuleyst at sníkja seg inn á teir, men hann væntar kortini, at ein dag verða teir funnir.


At tað eydnaðist amerikanarunum at finna al-Zarqawi er eitt tekin um, at tað er lættari hjá amerikanarunum at fregnast í Irak enn í Afghanistan. Tað vóru upplýsingar frá uppreistrarmonnum, sum avdúkaðu al-Zarqawi, og teir kunnu nú vænta sær finningarlønina, sum var 25 milliónir dollarar. Tað sama hava amerikanararnir lovað tí ella teimum, sum avdúka bin Laden, men eygleiðarar vænta, at tann finningarlønin fellur neyvan til gjaldingar í bræði.

-Vit halda, at hann hevur bara samband við fólk, sum hann veruliga hevur álit á, sigur fyrrverandi pakistanski generalurin Talat Masoud við AP.

Amerikanskir eygleiðarar siga, at amerikonsku royndirnar at finna bin Laden eru nógv darvaðar av krígnum í Irak. USA hevur 131.000 hermenn í Irak og 22.000 í Afghanistan, og Pentagon hevur sýtt fyri at senda fleiri hermenn til Afghanistan, sjálvt um tað kanska hevði bøtt um møguleikarnar fyri, at bin Laden bleiv funnin.

Charles Penta, sum er granskari á lærda háskúlanum í Washington, sigur við AP, at USA hevur flutt servandar deildir úr Afghanistan til Irak, sjálvt um tær vóru tær best egnaðu til at leita eftir teimum báðum yvirgangsleiðarunum. Hann er ikki tann einasti, sum heldur, at amerikanararnir hava borið seg skeivt at:

-Vit hava sent yvirgangsmonnum tann boðskap, at tú kanst leypa á Amerika uttan at verða revsaður fyri tað, sigur viðmerkjarin Loren Thompson á Lexington-stovninum við AP.