Finnast at Trump fyri at rósa Norðurkorea

Floksfelagar finnast at Donald Trump fyri at ynskja Norðurkorea tillukku við nýggjum WHO-leikluti

 

Norðurkoreanski einaræðisharrin, Kim Jong-un, og Donlad Trump, fyrrverandi amerikanskur forseti

Skal Norðurkorea vera við til at gera av og fremja alheims heilsupolitikkin?

Tað halda fleiri republikanarar, sum vóna at gera floksins forsetavalevni, í øllum førum ikki.

Tí finnast fleiri teirra at fyrrverandi forsetanum Donald Trump, sum fríggjadagin ynskti norðurkoreanska leiðaranum, Kim Jong-un, tillukku við at landið er komið í nevndina hjá heimsheilsustovninum, WHO.

– Líkamikið um tað er fyrrverandi medvalevni mítt ella onnur, so eigur eingin at rósa einaræðisharranum í Norðurkorea, segði Mike Pence leygardagin í samrøðu við Fox News.

Fyrrverandi guvernørurin í South Carolina, Nikki Haley, kom eisini við atfinningum í gjár.

– Kim Jong-un er ein búlli og tyranur, og hann hevur roynt rakettir ímóti okkara sameindu, segði hon í samrøðu við CNN.

– Hann hevur hótt okkum. Tað er einki at ynskja honum tillukku við. hann hevur verið ræðuligir ímóti fólki sínum. Hann hevur verið ræðuligur ímóti USA, og vit eru noydd at galda uppat við at vera vinarlig við lond, sum hata USA.

Tað var á sosiala miðli sínum, Truth Social, at Donald Trump fríggjadagin ynskti Kim Jong-un tillukku við tilnevningini.

– Tillukku Kim Jung Un!, skrivaði hann við tilsiping til Kim Jong-un, sum er veruliga navn hansara.

Norðurkorea fekk fyri kortum sess í nevndini hjá WHO, sum hevur umboð úr 34 limalondum.

Hvørt umboð verður valdur fyri eitt trý ára skeið.

/ritzau/

 

Norðurkoreanski einaræðisharrin, Kim Jong-un, og Donlad Trump, fyrrverandi amerikanskur forseti