Finnland herðir nú krøvini til russisk ferðafólk

Tað var fyrr í dag, at Finnland boðaði frá, at landið fer at seta í verk strangari tiltøk ímóti russiskum ferðafólki.

- Allar ferðir, sum hava við russiska ferðavinnu at gera, fara ikki longur at sleppa um markið.

Í kvøld sigur finski uttanríkisráðharrin, Pekka Haavisto, at Finnland fer at herða krøvini til russiska ferðslu um markið til Finnlands.

 

Hetta segði hann á einum tíðindafundi, og tað er finska ávísin, Helsingin Sanomat, sum endurgevur uttanríkisráðharran.

 

Sambært Pekka Haavisto verða herdu krøvini sett í verk ein av fyrstu døgunum.

 

Allar ferðir, sum hava við russiska ferðavinnu at gera, fara ikki longur at sleppa um markið.

 

Hetta geldir bæði tey, sum ferðast við  Schengen-visum, sum Finnland áður hevur útskrivað og tey, sum ferðast við Schengen-visum, sum tey hava fingið í øðrum londum.

 

Tað var fyrr í dag, at Finnland boðaði frá, at landið fer at seta í verk strangari tiltøk ímóti russiskum ferðafólki, og í kvøld gjørdist tað so greitt, at hetta fer at verða gjørt ein av næstu døgunum.

 

 

 

- Allar ferðir, sum hava við russiska ferðavinnu at gera, fara ikki longur at sleppa um markið.