Finnland hevur tikið avgerð um at senda níggju russisk sendifólk av landinum.
Tað kunnger landsins forseti, Sauli Niinistö.
Sambært Reuters sigur hann, at sendifólkini hava arbeitt fyri russiska fregnartænastu.
Finska uttanríkisráðið váttar avgerðina.
- Finnland fer nú at kunna russisku sendistovuna um avgerðina, veit Reuters at siga.