Finnland snarar alsamt meiri til høgru

Afturgongdin hjá vinstruflokkunum heldur á, meðan høgraradikalu høvdu stóra framgongd.

 

Sunnudagin valdu finnar hvør skal stjórna landinum komandi fýra árini.

 

Sentrumsflokkurin gjørdist sum væntað stóri vinnarin, og fekk 21,3 prosent av atkvøðunum og 49 umboð í Ríkisdagin. Hetta er ein framgongd á 5,6 prosent frá seinasta vali.

 

Sannfinnarnir og Samlingsflokkurin stríddust leingi um, hvør flokkur gjørdist næst størsti. Samlingsflokkurin flekk fleiri atkvøður, men tá av tornaði høvdu Sannfinnarnir fingið fleiri tingumboð.

 

Les eisini Høgraradikalu stóra framgongd í Finnlandi

Samlingsflokkurin fekk 37 umboð, sum er sjey færri enn við seinasta val, meðan Sannfinnarnir høvdu eina framgongd á yvir 5 prosent.

 

Javnaðarflokkurin fekk 16,5 prosent av atkvøðunum. Flokkurin hevði eina afturgongd á 3,7 prosent og misti átta umboð í ríkisdegnum, og hevur nú 34 umboð í ríkisdegnum.

 

Formaður í Sentrumsflokkinum og allarhelst komandi forsætisráðharri Finlands, Juha Sipilä, vil ikki útilokað nakran flokk frá eini komandi samgongu, heldur ikki Sannfinnarnir. Hann fer komandi dagarnar á fund við hinar formennirnar og vónar, at nýggja stjórnin er klár at fara til verka 1. mai.

 

Færri kvinnur og meiri høgravendur ríkisdagur

Tríggjar færri kvinnur eru valdar inn í finska ríkisdagin við valið í ár í mun til í 2011, og ein færri enn í mun til valið í 2007.

 

Tó eru fleiri ung vald inn. 14 av teimum valdu eru undir 30 ár og 34 eru undir 35 ára gomul.

 

Elsti ríkisdagslimurin er 74 ára gamli Pertti Salolainen, valdur í Helsingfors.

 

Tað er ikki einans Javnaðarflokkurin, sum hevur afturgongd av vinstraflokkunum. Vinstrasamgongan missir tveir mans og er hetta teirra minsta umboðan nakrantíð. Hetta er triðjað valið á rað, sum vinstraflokkarnir tapa. Samlað sæð hevur vinstrasíðan í Finlandi ongantíð staðið so veik sum júst nú. Tilsamans fáa vinstraflokkarnir einans 46 umboð í finska Ríkisdegnum, sum er tað lægsta síðani Finland gjørdist sjálvstøðugt í 1919. Í 1995 høvdu vinstraflokkarnir 85 ríkisdagsumboð, í 1999 vóru tey 71, í 2003 72, í 2007 62 og í 2011 56.