Finska forsætisráðfrúan, Sanna Marin, og finski forsetin, Sauli Niinisto, á tíðindafundi á forsetaborgini í Helsinki (Mynd: Lehtikuva/Reuters/Ritzau Scanpix)

Finnland: Vænta Nato-limaskap í ár

Sanna Marin, forsætisráðfrú í Finnlandi, sigur, at hon virkar fyri at fáa Finnland upp í verjusamgonguna Nato í heyst.

 

Finska forsætisráðfrúan, Sanna Marin, og finski forsetin, Sauli Niinisto, á tíðindafundi á forsetaborgini í Helsinki (Mynd: Lehtikuva/Reuters/Ritzau Scanpix)

Finska forsætisráðfrúan, Sanna Marin, heldur, at landið kann gerast limur í Nato longu í ár.

Tað segði hon í dag við finsku sjónvarpsstøðina Yle.

Í gjár varð boðað frá, at Finnland formliga fer at søkja um limaskap í verjusamgonguni og harvið gera upp við politikkin í mannaminni um at halda landið uttanveltað.

– Eg gangi út frá, at vit verða limur í Nato í hesum árinum, sigur Sanna Marin, tá hon verður spurt um, nær umsóknartilgongdin kann verða liðug.

Spurd um, hvørt ein fullgildugur limaskapur í Nato kann gerast veruleiki í heyst, svarar forsætisráðfrúan:

– Eg vóni, at tað verður fyrr enn so. Eg geri alt sum eg kann fyri at fáa hesa tilgongdina at gonga skjótt.

Finnland hevur gjørt av at søkja um limaskap í vesturlendsku verjusamgonguni sum beinleiðis úrslit av, at grannalandið Russland hevur gjørt innrás í Ukraina.

Eisini Svøríki hevur hugsað sær at søkja um at gerast limur. Tað upplýsir landsins forsætisráðfrú, Magdalena Andersson, fyrr í dag.

/ritzau/

 

 

Finska forsætisráðfrúan, Sanna Marin, og finski forsetin, Sauli Niinisto, á tíðindafundi á forsetaborgini í Helsinki (Mynd: Lehtikuva/Reuters/Ritzau Scanpix)