Finski Javnaðarflokkurin vil hava nato-limaskap

Javnaðarflokkurin í Finnlandi stuðlar finskum limaskapi í Nato. Tað gjørdist greitt á floksfundi í dag.

 

Finska forsætisráðfrúan, Sanna Marin, boðaði í morgun fra, at floksleiðslan fer at mæla til, at finski Javnaðarflokkurin stuðlar finskum limaskapi í Nato. - Foto: Markku Ulander/Ritzau Scanpix

Finski Javnaðarflokkurin stuðla einum finskum limaskapi av Nato. Tað gjørdist greitt á einum floksfundi í dag, skriva finskir miðlar sambært TT.

– Sanna Marin, forsætisráðfrú, boðaði fyrrapartin frá, at floksstjórnin fer at skjóta upp, at Finski Javnaðarflokkurin (SDP) stuðlar finskum limaskapi í Nato.

Finski forsetin, Sauli Niinistö, ringdi øi dag til Moskva fyri at boða Vladimir Putn frá um landsins ætlanir um at gerast gullgildur limur í Nato. Tað skrivar AFP.

– Samrøðan var líkatil og einføld. Samrøðan varð gjøgnumførd uttan spentar umstøður, skrivar forsetin í eini stuttari fráboða um samrøðuna við Putin.

Sambært russisku tíðindastovuni RIA segði Putin við finska forsetan, at tað er skeivt at Finnlandi at uppgeva uttanveltaðu støðuna og gerast Nato-limur. Hann legði afturat, at tað kunnu fáa ringa ávirkan á russisk-finsku viðurskiftini.

– Tað eru ongar hóttanir ímóti trygdini hjá Finnlandi, segði Putin.

Finski forsetin og finska forsætisráðfrúan, Sanna Marin, søgdu í eini felags fráboðan hósdagin, at Finnland eigur at gerast fullgildugur limur í Nato. »Og tað eigur at verða skjótast gjørligt«, søgdu tey.

Í finsku fráboðanini varð dentur lagdur át, at finskur Nato-limaskapur fer at styrkja trygdina í Eystursjóvarøkinum.

Finnlandi hevur eitt 1.300 kilometrar langt mark móti Russlandi og eina baldruta fortíð saman við Russlandi, og Helskinki hevur stigvíst víðkað samstarvið við Nato, siðani Russland í 2014 hertók Krim.

Men til fyri stuttum tyktist tað útilokað, at finnar vildu søkj aum limaskap í vesturlendsku hernaðarsamgonguni, tá tað í fleiri ættarlið hevur verið felags fatan í landinum, at tað hevði týdning at hava vinarlig viðurskifti við stóra grannan fyri eystan.

Men støðan hjá fólkinum er broytt eftir at Russlandi gjørdi innrás í Ukraina 24. februar.

Seinsta meiningakanningin er frá sjónvarpsstøðini YLe. Hon vísir, at umleið 76 prosent av veljarunum stuðla finsku Natolimaskapi. 12 prosent eri ímóti. Í mong ár vóru bara 25 prosent fyri Natolimaskapi.

Tað ógvusliga skiftið í Finnlandi væntast at styrkja stuðulin til Nato-limaskap í Svøríki. Stóri svenski stjórnarflokkurin, Javnaðarflokkurin, vil sambært Expressen, taka støðu til svenskan limaskap í Nato í morgin.

/ritzau/TT

 

Finska forsætisráðfrúan, Sanna Marin, boðaði í morgun fra, at floksleiðslan fer at mæla til, at finski Javnaðarflokkurin stuðlar finskum limaskapi í Nato. - Foto: Markku Ulander/Ritzau Scanpix