Fípugenturnar bastu meistarunum

5-mannafør gentur: Genturnar úr Klaksvík vunnu við fínum endaspurti ímóti Drekanum, sum var næstfyrstur og er FM vinnari

Tað var fantastiskur spenningur og skiftandi støða, tá ið 5-mannaførini við gentum kappaðust í fínum líkindum á Havnarvág.

 

Firvaldur av Tvøroyri, Fípan Fagra úr Klaksvík og Drekin hjá Havnar Róðrarfelag vóru beinanvegin við í kappingini um sigurin. At Firvaldur hevði hug at blanda seg í kappingina kundi verða avgerandi fyri, hvør fór at vinna FM, tí undan síðsta róðrinum var Drekin tvey stig undan Fípuni Føgru, ið kundi vinna FM, um hann vann, og Firvaldur endaði á øðrum plássi.

 

Framvið Molanum eydnaðist tað Fípuni Føgru at vinna seg undir liðina á Drekanum, meðan Firvaldur dragnaði eitt sindur. So var tað, at Fípan Fagra í endaspurtinum vann seg tað mesta av einari hálvari bátslongd framum Drekan.

 

Tá so Firvaldur hevði hug at bjóða av aftur, lúrdi møguleikin fyri, at Drekin kundi missa FM heitið, men tað gjørdi hann ikki. Drekin var næstfyrstur á mál, og harvið vóru tað genturnar hjá Havnar Róðrarfelag, sum vunnu FM heitið í 2021.