Høvuðsvinningur er ein vikuskiftisferð til Ísland, og harafturat ber eisini til at vinna tvey hugnakvøld á Hotel Føroyum.
ÍF bjóðar øllum fyritøkum og virkjum at gera lið til hesa kappingina. Fimm spælarar eru á hvørjum liði, og avmarkingar eru fyri spælarar, sum hava spælt í Formuladeildini og 1. deild seinasta árið.
Tilmeldingarfreistin er mikukvøldið 25. januar, og meira fæst at vita um kappingina á heimasíðuni www.if.fo