Fiskidagarnir til viðgerðar

Løgtingið fer fyrrapartin at viðgera fiskidagarnar fyri næsta fiskiár. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, mælir til sama fiskidagatal næsta ár, sum í ár.

 

Hetta er sekstanda ferðin, at løgtingið skal áseta fiskidagatalið, síðani fiskidagaskipanin var sett í verk í 1996.

 

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum vísir á, at hetta tíðarskeið er samlaða fiskidagatalið minkað nærum niður í helvt. Og hartil knípur hjá skipabólkunum at brúka sínar fiskidagar.

 

Tí mælir Jacob Vestergaard til sama fiskidagatal næsta ár. Tað merkir, at fiskidagarnir aftur næsta fiskiár koma at síggja soleiðis út:

 

Bólkur 2 (trolarar):

  -Innara fiskileið: 4626 fiskidagar

  -Ytra fiskileið: 1530 fiskidagar

Bólkur 3 (línuskip yvir 110 tons) 2.567 fiskidagar

Bólkur 4A (Útróðrarbátar millum 15 – 40 tons) 1.011 fiskidagar

Bólkur 4B (Útróðrarbátar størri enn 40 tons á línuveiðu) 1533 fiskidagar

Bólkur 4T  (Útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu) 1386 fiskidagar

Bólkur 5 (Útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu) 10.607 fiskidagar

 

Havstovan mælir til at skerja fiskidagarnar munandi. Sambært tilmælinum frá Havstovuni eigur dagatalið hjá bólkunum, ið serliga fiska tosk og hýsu, at verða skorið niður við 30% av teimum brúktu døgunum í farna fiskiári. Eisini eigur dagatalið hjá bólki 2, ið serliga fiskar upsa, at skerjast við 10% av teimum brúktu døgunum í farna fiskiári

 

Undan 1. viðgerð fyrrapartin hava fleiri tinglimir, bæði úr samgongu og andstøðu, sagt seg ikki kunna taka undir við lógaruppskotinum hjá Jacob Vestergaard.

 

Tingfundurin byrjar klokkan 09:30.