Danska sjólógin skal endurskoðast, og í hesum sambandi leggur Sjóferðslustýrið upp til, at nýggj avgjøld verða sett í verk.
Sambært Fiskeritidende mótmælir Danmarks Fiskeriforening hesum ætlanum og krevur, at Sjóferðslustýrið tekur uppskotini um avgjøld úr aftur lógaruppskotinum, áðrenn tað fer víðari í fólkatingið.
Nýggju avgjøldini snúgva seg eitt nú um, at Sjóferðslustýrið sleppur at krevja gjald fyri at skriva út sjóvinnu-og kvalifikatiónsprógv. Eisini ynskir stýrið, at árligt gjald verður sett í verk fyri at hava skip í donsku skipaskrásetingini.
- Vit halda tað vera órímiligt og skeivt at seta í verk hesi avgjøld, sigur Danmarks Fiskeriforening í hoyringssvari til Sjóferðslustýrið.
Felagið vísir á, at donsk fiskivinna frammanundan er ríkiliga trýst á fíggjarligu síðuni, eins og víst verður á høgu oljuprísirnar, sum tyngja nógv um hjá fiskivinnuni.