Fixa í nýggjum verkstaðsbygningi á Hjalla

Nýggi verkstaðsbygningurin, sum er orkuvinarligur, er einar 800 fermetrar stórur, og her verða bestu umstøður.

 

 

Bilverkstaðurin Fixa, sum hevur húsast á Heykavegi á Hálsi í meira enn 40 ár, er nú fluttur í nýggj og stór høli á Hjalla 34, har umstøðurnar verða av teimum bestu.

Eyðun Berg, stjóri, sigur, at nýggi bygningurin er einar 800 fermetrar stórur, og hetta er ein orkuvinarligur og framkomin verkstaður.

Fixa er ein mekaniskur verkstaður, sum eisini ger plátu-og sproytuarbeiði, og verkstaðurin tekur sær eitt nú av persónbilum, lastbilum og húsvognum.

Innrættingin av verkstaðnum ger, at her verður eitt ”flov”, har bilarnir koma inn í tí eina endanum og koyra út aftur í hinum, tá alt arbeiði er liðugt.

Tað er West-Trading, sum hevur gjørt stoypiarbeiðið, og stórur dentur hevur verið lagdur á, at bygningurin krevur lítla orku til upphitan, samstundis sum útlátið verður lítið.

Nýggi bygningurin er sera væl bjálvaður samsvarandi nýggjum myndugleikakrøvum, og stórur dentur verður lagdur á at verja arbeiðsfólkið móti dálking.

##med2##