Í hesum døgum er ein stórur treylari ávegis til Ukraina við neyðhjálp frá føroyingum. Tað er hjálparfelagsskapurin Neyðhjálparbussurin við Jóhannu og Anskar Hansen, sum sendir neyðhjálpina.
Treylarin hevur um 80 m3 metrar av klæðum, og er hettar fjórði treylarin, sum Neyðhjálparbussurin sendir í ár. Ein er sendur fyrr í ár til Ukraina og tveir eru sendir til Moldova. Harafturat fór fullur bussur av neyðhjálp til Moldova í septembur.
Hesaferð fer neyðhjálpin heilt eystur í Ukraina, har ófriður hevur valdað í longri tíð.
- Støðan hjá fólkinum har eysturi er ófatuliga ring. Nógv hava mist alt tey áttu, og rættuliga nógv eru rikin frá teirra heimum. Tey eru tí rættuliga glað fyri tað hjálp tey fáa úr Føroyum, sum fyri tað nógva eru útvald heit klæðir, siga tey av bussinum.
Ein kirkja uttanfyri býin Donensk, har kríggið móti russum var uppá tað harðasta, er samstarvsfelagið hjá Neyðhjálparbussinum. Hendan kirkjan stendur fyri útbreiðsluni av klæðunum. Kirkjan tekur sær av fleiri hundrað flóttafólkum og krígsofrum, og støðan er ómenniskjalig, nú kuldin er komin.
Hesi fólk vilja so hjartaliga takka føroyingum fyri hjálpina, og tey siga, at tað er ófatuligt og sera fjálgt, at eitt so fjarskotið land, sum tey als onki visti um, hugsar um tey. Bert tað er í sær sjálvum ein stórur uggi í teirra gerandisdegi.
Í Ukraina eru eisini nógvir innanlands flóttar, sum flýggja vestureftir í landinum. Hesi eru eisini sera illa fyri, og ein av komandi døgunum fer Neyðhjálparbussurin at senda pening til mat til teirra.