Fjølnir og Terji lata upp tattoveringsverksmiðju

- Vit hava leingi tosað um tað, og nú verður tað til veruleika, sigur Fjølnir.

Teir báðir tattovørarnir, íslendski Fjølnir Geir Bragason úr Íslandi, og føroyski Terji Skibenes, fara nú at lata upp sína egnu tattoveringsverksmiðju í Føroyum. -


Vit hava leingi tosað um tað, og nú verður tað til veruleika, sigur Fjølnir.


Íslendski tattovørurin Fjølnir hevur seinastu mongu árini vitjað javnan í Føroyum, og mangur føroyingur hevur tekningar frá viðurkenda tattovørinum á kroppinum.


Fjølnir vitjaði fyrstu ferð í Føroyum í 1998 saman við vini sínum Rasmusi Rasmussen, sála. Fjølnir hitti Rasmus í Íslandi, og greiddi honum frá hesum vakra landið, sum ikki hevði nakra tattoveringsverksmiðju. Og tað var soleiðis bandið millum Fjølnir og Føroyar byrjaði.


- Eg var beinan vegin seldur, og vildi fegin til Føroya at royna meg, sigur Fjølnir.


Tá vóru eingir tattovørar í Føroyum, men tann tíðin er farin. Í dag eru mangir føroyskir tattovørar og svarta kropsprýðið er vorðið alsamt meira vanligt á klettunum.


Síðani 1998 hevur Fjølnir vitja í Føroyum fleiri ferðir um árið, og hevur hann tattovera kring alt landið. Seinnu árini hevur Fjølnir eisini tikið stig til at bjóða útlendskum tattovørum til Føroya, so at hesir kunnu uppliva náttúruna og blíðskapin hjá fólkinum.


- Á hvørjum ári vitja fleiri av mínum tattovørvinum í Føroyum til FO Tatt Fest, og øll eru tey eins bergtikin av staðnum, sigur Fjølnir.


Og nú vit skriva 2015 - 17 ár eftir fyrsta túrin til Føroya - metir Fjølnir tíðina rætta til at lata upp sína egnu tattoveringsverksmiðju í Føroyum. Men júst hvar hon skal vera, veit hann enn ikki við vissu.


Terji og Fjølnir ynskja sær hølir í Havn, og teir báðir halda fyri, at áðrenn árslok hava Føroyar sína fyrstu veruligi tattoveringsverksmiðju.