Fjøruvegurin verður nú bjóðaður út

Hann verður útboðin í tveimum, og um hálvtannað ár fer at bera til at nýta tvær farleiðir frá tunlinum og inn á Glyvrar

Um góðar tvær vikur verður arbeiðið at gera Fjøruvegin í Runavíkar kommunu boðið út. Talan er um fyrra partin av arbeiðnum, sum fevnir um vegagerð frá økinum omanfyri endan, har grótkastið er komið – niðanfyri Berøa – og inn í landsvegin omanfyri á Bakka.

 

Tórbjørn Jacobsen borgarstjóri í Runavíkar kommunu upplýsir, at tað er Landsbyggifelagið, sum projekterar og ger útbjóðingartilfarið klárt. Hesin vegateinurin er umleið hálvanannan kilometur langur, og tá ið hetta arbeiðið verður liðugt, fer tað at bera til at koyra frá Eysturoyartunlinum og eftir havnarlagnum og so inn á landsvegin omanfyri Bakkafrost.

 

Hetta er fyrri partur av vegnum, sum semja varð gjørd um millum Runavíkar kommunu og Jørgen Niclasen, táverandi landsstýrismann í fíggjarmálum, og sum løgtingið játtaði pengar til á fíggjarlógini.

 

Arbeiðið, sum nú skal gerast, fer at taka 18 mánaðir at gera. Útbjóðingin og innkomnu tilboðini fara at vísa, hvør prísurin verður. Arbeiðið er mett at kosta 18 milliónir krónur. Á fíggjarætlanini hjá Runavíkar kommunu eru í ár avsettar 4,3 milliónir krónur.

 

Seinni verður ytri parturin av Fjøruvegnum gjørdur.

 

Ferðslan í landinum yvirhøvur er nógv økt síðstu árini, og síðani Eysturoyartunnilin læt upp er ferðslan í Runavík, í Saltangará og á Glyvrum rættiliga nógv økt. Tá ið tann parturin av Fjøruvegnum verður liðugur, sum nú verður bjóðaður út, verður roknað við, at tunga ferðslan og eisini ein partur av aðrari ferðslu, fer at nýta nýggju farleiðina, og tað fer at síggjast aftur í ferðsluni á vegnum, sum nú er einasta farleiðin.