Fjórða plássið stendur upp á spæl

Meðan EB/Streymur spælir fyri Europaplássi, so er dagsskráin hjá vágamonnum at renna undan niðurflytingarplássi

07 Vestur fær seinnapartin vitjan av EB/Streymi. Hjá vertunum er dagsskráin at sleppa undan at detta aftur á niðurflytingarplássini, sum eru komin væl nærri, nú bæði B68 og Skála hava vunnið. Støðutalvan sigur, at um tað eydnast EB/Streymi at vinna fulla úrtøku á Dungasandi í dag, so fer EB/Streymur í summarfrí á fjórða plássi. EB/Streymur hevur 20 stig, og tað eru tvey stig fram til B36 og fjórða plássi.

 

Tá ið EB/Streymur í fjórða umfari hevði vitjan av 07 Vestur, vann heimaliðið 3-0.

 

Hjá EB/Streymi eru Andras Ó. Olsen, Árni G. Olsen og Bogi Reinert-Petersen tøkir aftur eftir leikbann.

 

Ólavur Niclasen og Niklas T. Kruse eru skaddir.

 

Hjá 07 Vestur eru Hákun Edmundsson, Ári Arge og Dann Fróðason skaddir, og tað er ivasamt, um Dánjal Pauli Lervig og Sølvi Egilsson eru førir fyri at spæla.

 

07 Vestur – EB/Streymur: Rani A. Skaalum kl. 16.00.