Tað er ikki komið hundrað prosent upp á pláss enn, men gongur tað, sum teir, ið hava ábyrgdina fyri nýggja grasvøllinum í Gundadali vilja, so verður fyrsti dysturin á nýggja vøllinum spældur leygardagin 10. juli. Og ætlanin er, at liðini, sum skulu spæla fyrsta dystin, verða føroyska landsliðið og FCK úr Keypmannahavn.
? Vit hava ikki undirskrivað nakra avtalu við FCK, men tað er nógv, sum bendir á, at hettqa fer at gerast veruleiki. Vit hava tosað við Flemming Østergaard, men enn er okkurt eftir at fáa upp á pláss, sigur Poul Michelsen.
Finalan í kappingini um løgmanssteypið skal sambært skipanina spælast sunnudagin 4. juli, og vit spyrja tí formannin í vinnurekandi grunninum, um tað ikki hevði verið meiri skilagott so at siga at vígt vøllin við tveimum góðum føroyskum liðum og við løgmanni millum áskoðararnar.
? Vit vóna sjálvandi, at løgmaður verður millum áskoðararnar til fyrsta dystin, og vit høvdu avgjørt einki havt ímóti at steypafinalan varð fyrsti dysturin. Men tað eru onnur viðurskifti, sum spæla inn. Eitt er, at vit ikki vita, hvørji lið koma í finaluna, og vit hava sjálvandi ongan rætt at tvinga finaluliðini at spæla á grasi, um tey ikki ynskja tað. Og so er tað tíðin. Tað er stórt trýst á, og eg rokni ikki við, at vøllurin verður tøkur 4. juli.
Fleiri áskoðarar
Tað verður mett, at um tað fer at roynast hampuliga væl, tá landsliðið í juni fær vitjan av Skotlandi og Bosnia, so fer áhugin millum fótbóltsáhugað at vera sera stórur, tá Estland og Litava koma til Føroya fyrst í september.
Sáttmáli er undirskrivaður millum vinnurekandi grunnin og Fótbóltssambandið um, at landsdystirnir í september skulu spælast á nýggja vøllinum í Gundadali. Men tað eru ikki pláss fyri fleiri enn fýra túsund áskoðarum í Gundadali, og tað kann væl hugsast, at tað verða fleiri enn so, sum vilja hyggja at, og so hevur verið nevnt, at FSF má halda fram á Svangaskarði, tí har er pláss fyri nógv fleiri enn fýra túsund áskoðarum.
? Vit mugu bara vóna, at tað fer at gangast landsliðnum væl í juni og at áhugin verður stórur í heyst. Vit vilja sjálvsagt hava fleiri enn fýra túsund áskoðarapláss, og vit arbeiða við at fáa fleiri pláss enn tey fýra túsund, sum tað fer at bera til at seta upp longu tíðliga í summar. Tað fer at bera til at seta eini tvey túsund upp afturat í juli og august, men um vit skulu gera hetta, so er hetta treytað av, at vit fáa stuðul til hetta, og tað er hetta, sum vit kanna í løtuni.
Men ber tað til at fáa stuðul til sovorðið, tá tað tykist ógjørligt at fáa stuðul til spreingiarbeiðið fyri rennibreyt?
? Nú mugu vit ikki blanda hetta saman. Tað er kanska møguligt at fáa privatar stuðlar til áskoðaraplássini, og um tað eydnast, so fer hetta at hava stóran týdning, tí harvið verður møguleiki at økja møguleikan fyri rakstrarinntøkum heilt nógv.
Men kunnu tit ikki fáa privatar stuðlar til rennibreytina?
? Um vit høvdu fingið tað, so hevði hetta ikki havt eina øking av rakstrarinntøkunum við sær, og tað er ein stórur munur. Men annars kann eg í hesum sambandi vísa á, at vit hava søkt stuðul úr grunninum fyri ítróttarvedding, men vit hava ikki fingið nakað svar enn, og nú hevur hetta felagið ikki so nógv at býta út, staðfestir Poul Michelsen og vísir á, at í hesi vikuni hevur tingið samtykt, at Ítróttarsambandið skal ráða yvir seksti prosentum av pengunum, ið koma aftur til Føroya sum partur av yvirskotinum hjá donsku veddingini.
? Eg haldi, at tað hevði verið kærkomið fyri so nógvar partar av føroyskum ítróttarlívi, um ÍSF gjørdi av at seta pengar í rennibreytina.