Flúgvandi føroyingar koppaðu kekkiskum risum

Hondbóltur: Føroyar vunnu ímóti Kekkia, sum er hægst styrkismetta liðið í bólkinum, meðan føroyska liðið á pappírinum er tað veikasta

Føroysk hondbóltssøga er í kvøld skrivað í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn.

Føroyska mansliðið hevur í kvøld vunnið 27-26 ímóti Kekkia. Hálvleiksstøðan var 12-11 til Kekkia.

Føroyar fara sunnudagin at spæla síðsta dystin á heimavølli í hesi EM undankappingini. Tað verður ímóti Russlandi, og tað verður síðsti heimadysturin hjá venjaranum Sonni Larsen.

-Sammett við undanfarnu ferðirnar var tað í kvøld stong inn í staðin fyri stong út. Vit trúgva upp á okkum sjálvar, og í kvøld riggaði tað, segði føroyski liðformaðurin Kjartan Johansen, sum av álvara spílaði seg út í seinna hálvleiki.

##ms##

Kekkarnir vóru øgiliga frustreraðir í seinna hálvleiki. Á vøllinum og ikki minst venjarin, sum hevði hug at peika og vera misnøgdur við dómararnar.

-Tað hevur fleiri ferðir vippað fram ímóti dystarenda, og so hava vit tapt. Í kvøld vóru vit kaldir og ansaðu væl upp á bóltin, og vit eru ovurfegnir um sigurin. Vit gjørdu allir okkara besta, og sigurin er framúr kensla. Nú ætla vit okkum at vinna ímóti Russlandi sunnudagin, sigur 18 ára gamli Elias á Skipagøtu, sum í kvøld var á landsliðnum fyri bara aðru ferð.

Hann var saman við Sjúrði Olsen føroyskur toppskjútti við fimm málum.

Føroyar-Kekkia 27-26 (11-12)

Føroyar : Tórður Skorheim Guttesen, Nicholas Satchwell, Elias Ellefsen á Skipagøtu 5,   Sjúrður Olsen 5, Filip Jojic 4, Kjartan Johansen 3, Teis Horn Rasmussen 3, Peter Krogh 2, Pætur Mikkjalsson 2, Hákun West á Teigum 2, Jónas Gunnarsson Djurhuus 1, Rói Berg Hansen, Brandur Halgirsson, Rógvi Dal-Christiansen, Vilhelm Poulsen, Pætur Thomsen

Kekkia : Matej Klima 9, Jakub Hrstka 5, Roman Becvar 3, Stepan Zeman 2, Leos Petrovsky 2, Miroslav Jurka 2, Tomas Cip 1, Tomas Piroch 1, Dieudonne Mubenzem 1.