Flúgvandi í Hollandi

-

 

Tvey umfør eru nú leikt av kappingini í næst bestu hollendsku deildini, har Súni Olsen og Zwolle aftur í ár miðja móti einari uppflyting til bestu deildina.

Leygardagin var um reppið, at Zwolle misti stig, tá teir á heimavølli spældu móti Telstar. Tveir minuttir fyri leiklok javnaði Telstar leiðsluna, sum Zwolle hevði vunnið sær í fyrra hálvleiki, men minuttin eftir eydnaðist kortini hjá Zwolle at avgera dystin.

Súni Olsen spældi seinastu sjey minuttirnar av dystinum.