Flaggdagsrenning

Sum vant skipar Bragdið - felagið fyri frælsa ítrótt í Havn - fyri renning Flaggdagin 25. apríl.

Byrjað verður niðri við Gamla Apotekið kl. 16.00, men luttakararnir møta í Jotoholuni (miðbýnum) millum kl. 15.00 og 15.30 at fáa nummar handað. Teinurin er 7,2 km fyri tey eldru og 3,6 km fyri tey yngru. Runnið verður eftir Havnargøtu og út á nýggja keiøkið, niðan aftur og út við Strond har vent verður við Tórgarðsgøtu. Heimaftur eftir Strandarvegnum og Havnargøtu. Tey eldru renna runt Café Natúr og rutuna einaferð enn, meðan tey yngru renna niðan til Gamla Apotekið og á mál.

Øll byrja í senn, og sum vant vera tveir aldursbólkar - 13 ár og eldri, og 12 ár og yngri. Bragdið leggur dent á, at renningin er fyri øll, yngri sum eldri, og roknar við góðari uppmøting.

Eftir áheitan frá Føroya Shell, sum er sponsorur fyri tiltakinum, fer Bragdið at royna nakað nýtt. Undanfarin ár hevur tað sum kunnugt bert verið kapping millum einstaklingar, men nú er ætlanin at víðka kappingina til eisini at fevna um lið. Stovnar, virki, skúlar og aðrar fyritøkur hava nú møguleikan at stilla upp við einum ella fleiri liðum, har minst 3 og hægst 5 eru við á hvørjum liði, og har 3 tær bestu tíðirnar telja við. Vinnandi liðið er so tað, sum samanlagt hevur skjótastu tíðina og fær steyp til ognar. Sum vant fáa hini, sum vinna í sínum bólki, steyp til ognar, og heiðurstekin til 3 tey bestu verða hereftir givin.