Fleiri bilar fingu skaða í gjár

Í tí eina førinum rýmdi ein bilførari av staðnum

Í gjár vóru fleiri ferðsluóhapp har bilar fingu skaða – men tíbetur var bara talan um skrokkskaðar. Løgreglan fekk fyrstu fráboðanina um átta tíðina í gjáramorgunin, tá ið boðað varð frá, at ein parkeraður bilur var árendur í Havn, men tann, sum hevði koyrt á, var rýmdur av staðnum.

 

Síðan á bilinum hevði fingið skaða og tey vístu sjálvi løgregluna á ein bil, sum eisini hevði skaða, og sum kundi veri tann, ið hevði rent á. Løgreglan sigur, at nú verður kannað um skaðarnir passa saman

 

Eina løtu seinni fór ein bilur út av á Kirkjubøarvegnum. Fyribils er niðurstøðan, at bilførarin kom ov langt út í vegjaðaran og misti tamarhaldið á bilinum.

 

Og upp aftur eina løtu seinni varð boðað frá einum ferðsluóhappi við Leynatunnilin. Í einum bili, sum kom koyrandi, tók bilførarin ferðina av bilinum, men tað varnaðist bilførarin aftan fyri ikki, og rendi upp í reyvina á honum. Løgreglan sigur, at vanliga kostar hetta eina bót til bilføraran, sum rendi á, og eitt klipp í koyrikortið fyri ikki at hava hildið neyðugu frástøðuna.

 

Og seinnapartin í gjár var eisini eitt ferðsluóhapp í Hoyvík, har eitt prutl og ein persónbilur, stoyttu saman. Løgreglan veit ikki nágreiniliga hví ójappið hendi, men førarin á prutlinum var ungur og rættiliga óroyndur og ábendingar eru um, at prutlið hevði longri um at steðga enn hann væntaði tá ið hann bremsaði.