Fleiri bilførarar koyrdu alt ov skjótt

Løgreglan gjørdu ferðmátingar í gjár - og har vórðu fleiri bilførarar tiknir

Løgreglan hevur gjørt ferðmátingar á Søldafjarðarvegnum inn á Skálafjørðinum. Mátingarnar vórðu gjørdar á einum strekki, har tað er loyvt at koyra 50 – men tað vóru fleiri bilførarar sum koyrdu alt ov skjótt. Løgreglan sigur, at ellivu bilførarar vórðu skrivaðir upp.

 

Ein av teimum koyrdu 84 kilometrar um tíman og tað merkir, at hann missur koyrikortið treytað. Sostatt má hann upp til nýggja koyriroynd, bæði teori og koyring. Klárar hann ikki royndina, missur hann koyrikortið.

 

Honi tíggju biðførararnir, sum vórðu tiknir, koyrdi allir ímillum 71 og 80 kilometrar um tíman og sostatt fáa teir klipp í koyrikortið – umframt bótina.