Fleiri brotnar tenn og ein persónur í brummuni

Løgreglan hevur trý harðskapsmál at arbeiða við frá býarlívinum í Havn í nátt

Nógv fólk hava verið í býnum í Havn í nátt, og tað hevur merkt arbeiðið hjá løgregluni.

 

Vaktandi á politistøðini í Havn sigur í morgun, at tey hava ein persón sitandi í brummuni, sum er skuldsettur fyri tvey harðskapsmál.

 

Tað var rok av persóninum á einum skeinkistað um hálvgum trítíðina í nátt, tá boð vóru eftir løgregluni um, at tveir vaktarmenn máttu halda einum persóni, sum var frá sær sjálvum.

 

Tann persón verður so tikin við á løgreglustøðina, har hann framvegis situr í brummuni.

 

– Hann skal avhoyrast, tá hann er edrúur nokk til tað, sigur vakthavnadi.

 

Maðurin hevur tvær skuldsetingar ímóti sær. Í øðrum førinum hevur hann sligið ein vaktarmann, og í hinum førinum hevur hann sligið ein annan persón í sama rokinum. Tann persónurin hevur fingið løst í andlitið.

 

Beint eftir klokkan trý eru aftur boð eftir løgregluni til eitt annað skeinkistað, har menn eru fanir til hendurs. Har hevur ein maður skallað ein annan mann í andlitið. Tann maðurin fekk skaða, og hjá honum brotnaðu nakrar tenn.

 

– Vit vita, hvør gerningsmaðurin er, men vit hava ikki fingið fatur á honum í nátt, so tað hava vit at arbeiða við, sigur vakthavandi.

 

Síðsta harðskapsmálið er um hálvgum fimm tíðina í morgun uttan fyri eitt pizzastað í býnum. Har fær løgreglan boð um, at fleiri fólk eru farin upp at táttast. Í hvussu so er ein persónur er sligin fleiri ferðir og hevur helst brotið eina tonn.

 

– Har hava vit heldur ikki handtikið nakran. Men vit skulu gera avhoyringar í dag fyri at finna út av, hvat ið vendir upp og hvat vendir niður, sigur vakthavandi.

 

Sum vera mann riggar illa hjá løgregluni at gera slíkt arbeiði klokkan hálvgumfimm um morgunin, tá fólk eru ill, býtt og uppøst.

 

– Vit gera kanningar í málinum og hava okkurt navn at ganga eftir eisini, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.