Myndugleikarnir í Ukraina upplýsa sambært tíðindastovuni NTB, at loftverjan beindi fyri fleiri enn 30 rakettum og dronum í loftrúminum yvir og kring ukrainska høvuðsstaðin í nátt.

Fleiri enn 30 rakettir og dronur yvir Kyiv í nátt

Aftur í nátt hevur Russland lopið á ukrainska høvuðsstaðin við rakettum og dronum. 

 

Myndugleikarnir í Ukraina upplýsa sambært tíðindastovuni NTB, at loftverjan beindi fyri fleiri enn 30 rakettum og dronum í loftrúminum yvir og kring ukrainska høvuðsstaðin í nátt.

Í nátt fóru loftávaringar í gongd í Ukraina, og í morgun siga myndugleikarnir í landinum, at teir hava skotið niður fleiri enn 30 russiskar rakettir og dronur av ymiskum sløgum.

 

Síðan byrjanina av mai hevur Russland framt 20 rakett-og dronuálop á ukrainskar býir. Sambært myndugleikunum í Kyiv snúðu álopini í nátt seg um tvey umfør við álopum.

 

- Tað eru spreingingar í býnum. Loftverjan virkar, sigur borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko.

 

Eftir at loftávaringarnar steðgaðu, upplýsti borgarstjórin, at ongar fráboðanir vóru komnar um deyð ella løstað í álopunum í nátt.

 

Myndugleikarnir í Ukraina upplýsa, at loftverjan beindi fyri fleiri enn 30 ymiskum rakettum og dronum í loftrúminum yvir og kring ukrainska høvuðsstaðin í nátt.

 

Hósnáttina lótu trý fólk lív í Kyiv, harímillum tvey børn, umframt at fleiri vórðu løstað, tá russar lupu á í eystara parti av ukrainska høvuðsstaðnum.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í morgun.

 

Myndugleikarnir í Ukraina upplýsa sambært tíðindastovuni NTB, at loftverjan beindi fyri fleiri enn 30 rakettum og dronum í loftrúminum yvir og kring ukrainska høvuðsstaðin í nátt.