Fleiri fólk rakt av skotum í Field's í Keypmannahavn

Løgreglan skrivar nú á Twitter, at fleiri fólk eru rakt av skotum í handilshúsinum Fileds í Ørestad á Amager í Keypmannahavn. Øll skulu halda seg burtur, sigur løgreglan

 

Løgreglan heitir á fólk um at senda teimum videoupptøkur.

 

– Hevur onkur sæð ella filmað okkurt, so setið tykkum í samband við løgregluna við Fields ella ringið 114, skrivar løgreglan á Twitter.

 

Fleiri fólk eru rakt av skotum í handilshúsinum Field's á Amager í Keypmannahavn. Samstundis heitir løgreglan á fólk, um at halda seg burtur frá handilshúsinum.

 

Tað skrivar løgreglan á Twitter.

 

– Vit eru framvegis á staðnum, skot eru latin av og fleiri fólk eru rakt. Vit arbeiða á staðnum. Fólk í Fields' skulu bíða eftir løgregluni. Øll onnur skulu halda seg burtur frá Field's, skrivar Københavns Politi.

 

Løgreglan hevur síðani seinnapartin verið mannsterk á staðnum við handilshúsið Field's á Amager, tá boð komu um, at skot vórðu latin av.

 

##med3##

 

Sjúkrabilar hava flutt særd fólk av staðnum á børu. Tað vísir myndir av staðnum.

 

Sambært Ekstra Bladet, at fólk eru runnin út úr handilshúsinum. Tað vísa myndir á staðnum eisini. Vegirnir kring miðstøðina eru stongdir.

 

TV2 veit at siga, at í øllum førum ein persónur er handtikin. Tað hevur løgreglan tó ikki váttað.

 

##med2##

 

/ritzau/