Fleiri heilsaðu Team Rynkeby Føroyar í Gøtu

- Eysturkommuna, sum stuðlar Team Rynkeby Føroyar, ynskir súkklarunum eina góða ferð.

Ferðin hjá Team Rynkeby Føroyar er byrjað, og í dag verður vitjað í fleiri kommunum ávegis til Havnar. 

 

Á middegi í dag vitjaðu súkklararnir uttan fyri snøggu og sermerktu býráðshúsini hjá Eysturkommunu í Norðragøtu.

 

- Fleiri borgarar vóru møttir at heilsa súkklararunum og borgarstjórin í Eysturkommunu, Per Martin Gregersen, bar teimum eina heilsan.

 

Í Eysturkommunu høvdu tey okkurt gott at leska sær við, og her var eisini okkurt søtt undir tonna.

 

- Eysturkommuna, sum stuðlar Team Rynkeby Føroyar, ynskir súkklarunum eina góða ferð, siga tey í kommununi í dag.

 

##med2##

 

Per Martin Gregersen er borgarstjóri í Eysturkommunu, sum stuðlar Team Rynkeby Føroyar.