Fiskivinna
Tað er ikki nøkur hugalig sjón, ið møtir tær, tá tú koyrir framvið Fjøruvegnum í Runavík og hyggur norðuryvir. Innast í havnini og beint undir havnaskrivstovuni í Saltangará liggja teir seks partrolararnir, sum til fyri stuttum vóru partur av Maru Seafood samtakinum í Klaksvík. Teir fóru allir undir hamaran, og Føroya Banki eigur nú skipini.
Hesi skip vóru høvuðsgrundarlagið undir ráfiskatilgongdini hjá stórum parti av Maru Seafood samtakinum, sum hevur fiskaframleiðslu á Kósini í Klaksvík og Norðís Seafood á Eiði.
Hvussu verður við hesum seks skipunum, sum nú eru ogn hjá Føroya Banka, veit eingin – heldur ikki maðurin og reiðarin, sum áður hevur verið nevndarformaður í Føroya Banka.
- Nei, vit vita einki, og eg havi higartil einki merkt til, at vit fara at fáa hendur á skipunum aftur – hesum skipum, sum høvdu so stóran týdning fyri okkara virksemi.
Jóhan Páll Joensen veit at siga, at hann framvegis er áhugaður í at keypa skipini aftur frá bankanum, um hetta gerst møguligt, men í løtuni sigur hann seg slett ikki duga at meta um, hvussu útfallið verður.
- Eg havi skilt, at fleiri áhugaðir keyparar eru, og eitt nú skilji eg, at áhugi bæði er í Suðuroy og Sandoynni.
Reiðarin og fyrrverandi nevndarformaðurin í Føroya Banka sigur, at bankin helst fer at taka ta avgerð, sum leiðslan heldur er hin rætta.
- Tíðin gongur við rúkandi ferð, og vit fara at gera, hvat vit kunnu fyri at keypa skipini aftur, sigur Jóhan Páll Joensen.
Hini sigla
Undir hattinum hjá Maru Seafood eru eisini línuskipini, Fugltúgvan og Grani, og reiðarin sigur, at hesi skipini eru til fiskiskap í løtuni.
Spurdur, hvussu tengd at restini av fyritøkuni hesi skip eru, sigur hann, at Maru Seafood er ein hattur, um vit so kunnu siga, men hann leggur aftrat, at hesi skip kunnu hóra undan, um væl vil til.
Jóhan Páll Joensen sigur, at virksemið á Kósini í Klaksvík og Norðís Seafood á Eiði er lítið, nú ráfiskagrundarlagið er so nógv viknað.
- Vit hava arbeitt nakað av saltfiski á Kósini og eitt sløð av hýsu á Eiði, so tað er ikki rætt, tá sagt hevur verið, at virkini beinleiðis eru stongd.
Hann sigur, at útboðið av fiski ikki hevur verið so stórt seinastu tíðina, og tí er heldur ikki væntandi, at tað nógva fiskaarbeiði verður á Kósini og Norðís Seafood.
- Enn hava vit vónir um at finna eina loysn fyri samtakið, men í løtuni er ógjørligt at siga, hvussu verður, sigur Jóhan Páll Joensen.