Fleiri lánsveitarar býta tapsvandan

Sambært lógini um Realkreditstovnin verður møguleiki at veita lán upp til 80 prosent av metingarvirðinum, tá lán verða veitt við síðustillaðum 2. veðrætti, sigur Anfinn Kallsberg í viðmerkingunum til uppskot um gjaldførislán

Fíggjarmálaráðharrin Anfinn Kallsberg hevur lagt uppskot fram um umsiting av gjaldførislánum, og sigur í viðmerkingunum, at ætlanin við lógini um gjaldførislán var, at hóast lánsbrøv útgivin av Realinum skuldu afturgjaldast yvir 10 ár, og lán veitt av Realinum somuleiðis afturgjaldast yvir 10 ár, skuldu útvegir finnast fyri at geva skipaeigarum møguleika fyri einum 2 ára avdráttarskáa, og sostatt longt lánstíðina til 12 ár.

? Hetta skuldi gerast við at landskassin gjøgnum Realin veitti skipaeigarum eitt gjaldførislán svarandi til avdráttirnar tvey tey fyrstu árini, sum hann annars skuldi goldið Realinum. Skipaeigarin skuldi so afturgjalda landsstýrinum lánið í 11. og 12. ári, tá lánið til Realin var afturgoldið.


Nýggja lógin

? Gjaldførislánini skuldu tryggjast antin saman við láninum frá Realinum ella beint aftaná. Í praksis hava gjaldførislánini havt 2. veðrætt, og Realurin hevur eftir serligari avtalu við landsstýrið umsitið lánini vegna landsstýrið.

? Eftir nýggju lógini um Realkreditstovnin verður møguleiki at veita 15 ára lán við leingjan upp til 20 ár, og tí er nú ikki sami tørvur fyri nýggjum gjaldførislánum sambært upprunaligu grundgevingunum, sigur fíggjarmálaráðharrin.

? Men við nýggju lógini um Føroya Realkreditstovn verður møguleiki at veita 2. veðrættarlán við eini samlaðari lánsveiting upp til 130 mió. kr, í byrjanini. Ætlanin er at fáa aðrar lánsveitarar eisini at veita 2. veðrættarlán við trygd sum síðustillaðum 2. veðrætti saman við Realinum og landsstýrinum.

? Sambært lógini um Realkreditstovnin verður møguleiki at veita lán upp til 80 prosent av metingarvirðinum, tá lán verða veitt við síðustillaðum 2. veðrætti, og við slíkari lánsveiting koma fleiri lánsveitarar at býta tapsvandan, vísir fíggjarmálaráðharrin á í viðmerkingunum.


Móttikið 37 mió. kr.

Og at enda sigur Anfinn Kallsberg, at nógv bendir á, at stuðulin til fiskivinnuna minkar munandi ella fellur burtur, og tí kundi hetta verið ein hóskandi møguleiki at fáa útlænta pening landsstýrisins útaftur í tað umfar, hann uppsrunaliga varð læntur til.

Saman við uppskotinum hevur uppskotsstillarin lagt yvirlitið yvir gongdina viðvíkjandi gjaldførislánum vísir, at landsstýrið yvir 15 ár hevur mist góðar 14 mió. kr. og móttikið í rentu slakar 37 mió. kr.