Fótbóltur
Á middegi mikudagin hevur Jógvan Martin Olsen sett landsliðnum stevnu fyri síðstu ferð á heimligari grund. Tá hittast landsliðsspælararnir at fyrireika seg til søguligu avbjóðingina ímóti Eysturríki.
- Tað er optimalt, um tað verður kapping um plássini. Tað verður tað, um allir teir, ið hava fingið boð, møta upp, sigur venjarin.
20 spælarar hava fingið boð, og tveir eru settir á bíðilista. Venjaranum hevði líkað best, um allir 22 vóru tøkir. Tað hevði borið við sær, at intensiteturin verður stórur í venjingunum mikudagin, hósdagin og fríggjadagin. So hevði tað verið luturin hjá Jógvan Martini at sálda nakrar frá.
Men tað verða ikki 22 spælarar, sum fara at hittast mikudagin. Í hvussu so er ikki teir 20+2, sum vórðu úttiknir í síðstu viku. Andreas Lava Olsen, sum saman við Rógva Jacobsen var á bíðilista, er so mikið vøddaskaddur, at hann ikki var førur fyri at spæla við Víkingi á Skála í gjár.
Jákup á Borg, sum var ein av teimum 20 úttiknu, fór av vøllinum í Streymnesi í gjár. Hann noyddist av vøllinum orsaka av vøddaskaða, og fyrrapartin í dag var tað ivasamt, um Jákup verður førur fyri at spæla leygardagin.
Rógvi Jacobsen skoraði tvey mál í 4-2 KÍ heimasigrinum á ÍF. Rógvi, sum leingi hevur verið plágaður av skaða í lærkrikanum, og sum ikki hevur spælt nakað serligt seinastu vikurnar, var á vøllinum alla tíðina ímóti ÍF.
Vit skilja á lagnum, at tað tó er rættiliga ivasamt, um toppskjúttin á landsliðnum verður førur fyri at spæla ímóti Eysturríki leygardagin.
-Eg var í Klaksvík, og tað var hugaligt at síggja, at máltevið hjá Rógva framvegis einki bilar. Í dag og í morgin fæst at síggja, um tað fer at hava nakrar avleiðingar fyri skaðan, at Rógvi spílaði seg so nógv út, sum hann gjørdi í gjár. Dystarvenjingin er sjálvandi ikki optimal, men nú fáa vit at síggja, hvussu tað verður, tá ið vit hittast mikudagin, sigur Jógvan Martin Olsen.
Ein annar av framrættaðu monnunum, Christian Høgni Jacobsen, var á AB liðnum, sum í gjár vann 2-0 á Roskilde. Føroyski álopsspælarin skoraði seinna AB málið, og tað fegnast landsliðsvenjarin um.
- Christian Høgni er í tættari kapping um pláss í AB álopinum. At hann var millum teir fyrstu ellivu og skoraði, er sjálvandi gott herðaklapp hjá Christian Høgna at hava við sær heim til landsdystin ímóti Eysturríki.
Símun Samuelsen var ikki í dysti í vikuskiftinum. Íslendska kappingin var liðug næstsíðsta vikuskifti, og Símun er komin heim at fyrireika seg til landsdystin ímóti Eysturríki.
Fyrsti parturin av kappingarárinum hevur ikki verið so hugaligur hjá Frem í næstbestu donsku deildini. Jón Rói Jacobsen og Atli Danielsen eru millum føstu menninar á Frem liðnum, og í gjár var tað glotti hjá teimum, tá ið teir vunnu 2-1 á Silkeborg. Báðir føroyingarnir vóru á vøllinum alla tíðina.
Christian Lamhauge Holst, sum orsaka av skaða ikki hevur verið á landsliðnum seinastu ferðirnar, var á Silkeborg liðnum. Lamhauge maðurin er væl fyri, og onkra ferðina var um reppið, at hann skoraði. At Christian er væl fyri ber fleiri við sær fleiri streingir at spæla upp á hjá landsliðsvenjaranum.
Møguleikarnir verða uppaftur fleiri av tí veruleika, at HB liðformaðurin Fróði Benjaminsen nú er rættiliga komin fyri seg, eftir at hann í nógvar vikur hevur verið uttanfyri orsaka av skaða.
Fróði var á miðvøllinum ímóti NSÍ, og hann skoraði eitt mál. Síðani Jógvan Martin Olsen gjørdist landsliðsvenjari, hevur hann havt Fróða Benjaminsen sum verjuálit. Spurningurin er nú, hvussu tað verður í tveimum teimum seinastu dystunum hjá Jógvan Martini.
- Egil Zachariassen og Jón Rói Jacobsen greiddu síðst væl leiklutirnar í miðverjuni. Vit hava so mangan sæð, at Fróði er stinnur verjuspælari. Ein spurningur, sum vit í vikuni fara at umhugsa, er, um vit skulu gera broytingar í miðverjuni, ella um vit møguliga skulu seta Fróða inn á miðvøllin.
Jógvan Martin Olsen og hansara menn hittast mikudagin á middegi. Tá fæst at síggja, um allir teir, sum eru úttiknir, vera førir fyri at fyrireika seg til landsdystin ímóti Eysturríki. Ivaleyst ynskja allir ógvuliga fegnir at vera partur av júst tí uppgávuni!