Fleiri manningar til Scilly

Kappróður: Reglurnar siga, at tað skulu vera róðrarfólk, sum hava tikið lut í undanfarna kappingarárinum, ið skulu umboða føroyskan kappróður

Seinnapartin í dag verður greitt, hvørjar manningar komandi ár skulu umboða Føroyar á Scilly oyggjunum. Uppløgdu favorittarnir eru Argjabáturin og genturnar umborð á Frúnni. Men í Róðrarsambandinum vísa tey á ta greinina í reglunum, sum sigur, at tey, sum fara avstað, skulu hava róð í undanfarna kappingarári.

Hetta vil við øðrum orðum siga, at um Frúgvin og Argjabáturin eru eins sannførandi í dag, sum tey hava verið í hinum fimm róðrunum, so skulu tað vera manningarnar, sum hava róð í ár, ið fara av landinum.

Tað er væl hugsandi, at onkur, sum hevur róð í ár, ikki fer at rógva komandi ár, kanska tí tey vera burtur í arbeiðsørdinum ella lestrarørindum:

? Um tað verður soleiðis, so siga reglarnir, at fólk skal biðjast av tí bátinum, sum endar næstbest í kappingini. Um vit taka kvinnukappingina sum dømi, so vil hetta siga, at um Frúgvin vinnur kappingina í dag, og Jarnbardur við kvinnum verður næstfremst, og ikki allar á Frúnni kunnu fara niður á Scilly oyggjarnar, so skulu teir biðja fólk av Jarnbardi. Manningarnar hava langt síðani fingið asetingarnar, og vit hava mint tær manningarnar, sum liggja best fyri í kappingini á hetta, sigur Hannis Joensen, formaður í Róðrarsambandinum.

Nógv gull og skreyt verður handað á Bursatanga í dag. Tryggingarfelagið Føroyar letur ognarstey til allar FM vinnararnar. Heiðurskrónur til tríggjar teir fremstu í kappingini millum 10?mannaførini eru latnar av Ísbjørn, sum Bjarti Mohr eigur. Heiðurskrónurnar til 8?mannaførini eru latnar av pf. Sveipi, sum hevur flamingoverksmiðju á Argjum. Tórshavnar Maskinverkstaður letur heiðurskrónurnar til 6?mannaførini við monnum, Føroya Sparikassi letur heiðursmerkini til kvinnurnar við 6?mannaførum, og Føroya Banki letur til 5?mannaførini við dreingjum og gentum., øll eru hjartaliga vælkomin.


Føroyska arbeiðið

Í Eliaskirkjuni

Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49. Inngongd undir stóru trappuni. 5 min. at ganga frá Hovedbanegården, 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1, 6, 14, 16, 28 og 550S steðga nærhendis. Øll eru vælkomin. Nærri fæst at vita frá Atla Rasmussen, tlf. 32 969995, ella Øssuri Kjølbro, tlf. 36 77 38 20.


Før. gudstænasturnar

í Samuelskirkjuni, Thorsgade 65, 2200 København NV, eru hvønn 1. og 3. sunnudag í mánaðinum kl. 14.00.

(Kirkjan er skamt frá Nørrebros Runddel). Presturin er at hitta á tlf. 38796146.


Kristnastova

Birmavej 36, København S, tlf. 32 55 18 09

fax. 32 58 61 49

e-mail:

kristnastova@get2net.dk

Kristiligur fundur er hvørt fríggjakvøld kl. 20.

Møti við breyðbróting er hvønn sunnumorgun kl. 11. Sunnudagsskúli er samstundis.

Bussarnir 5, 9, 12, 13, 37, 38 steðga nærhendis.


Malta, Hirtshals

Sunnudag:

Kl. 11: Breyðbróting.

Kl. 18: Evangeliskur fundur.

Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti.

Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn.

Samkoman Malta í Hirtshals


Føroyingafelagið

í Esbjerg

Danmarksgade 25,

6700 Esbjerg, tlf. 75132747

Opið hvørt mánakvøld kl. 19?22.00, har tú ert vælkomin at lesa bløðini, spæla kort og keypa tær ein kaffimunn.


Føroyskt

barnamøti

Hvønn mánadag kl. 17 er føroyskt barnamøti í »Fælles Fælleshuset« á C. W. Obel kollegium á Herningvej. Øll eru hjartaliga vælkomin.


Heimamissiónin

Hevur tú tørv á hjálp til at koma í ein kristnan felagsskap, ella ynskir tú at hjálpa til í andaligum arbeiði á fólkakirkjunnar grund í Danmark, so kanst tú ringja til: Hera Elttør, Aulum, tlf. 97473786, Jan Johannesen, Køb. tlf. 32886918/26272112, Birgir Johannesen, Køb. tlf. 35854159 ella Torleif Johannesen, Nes, tlf. 449024.


Føroyingarfelagið

í Aalborg

Lille Kongens Gade 10 B.

Tel. 98136330

Húsið er opið soleiðis:

Fríggjadag: Fimmarin frá 17.00 til 19.00

Leygardag: Opið hús frá 22.00 til 03.00


Føroyahúsið

í Keypmannahavn

Vesterbrogade 17 A

1620 København V

Tlf. 33 23 15 87

Fax 33 23 15 18

Kunningartlf. 33 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum.

Heimasíða:

www.faroehouse.dk

E-mail:

postur@faroehouse.dk

Upplatingartíðir:

mánadag?fríggjadag:

kl. 16.00?19.00.

28.?30. juli: Ólavsøkuhald við fjølbroyttari skrá.

28. juli: Fernisering. Tórhild Tolfsen sýnir fram.


Føroyingafelagið

í Århus

Vestergade 48 D

8000 Århus C

Telefon og fax: 86180604

Teldupostur:

aarstova@teliamail.dk

Heimasíðan:

welcome.to/aarstova

Áarstova er opin soleiðis:

Café Mánad.-hósd.: kl. 16-18

Føroysku bløðini liggja frammi.

Fríggjakvøldsbarr: kl. 21-03

Limir ókeypis atgongd. Onnur kr. 10,-.

Onnur reglulig tiltøk í Áarstovu:

MFS. Meginfelag Føroyska Studenta hevur opið hvønn mikudag kl. 16-18.

Føroyskur barnaskúli annanhvønn leygardag kl. 11-14 (ólíka vikur).

Sunnudagsskúli annanhvønn sunnudag kl. 14.30 (líka vikur).

Bókasavn. Føroyskar bøkur kunnu lánast mánadag-hósdag kl. 16-18.

Ítróttartiltøk:

Flogbóltur. Frydenlundskúlin fríggjadag kl. 16-18. Bussur nr. 4.

Svimjing. Frydenlundskúlin fríggjakvøld kl. 18-19. Bussur nr. 4.

Fótbóltur. Hasselager Hallen fríggjakvøld kl. 21-23. Bussur nr. 15.


Føroyingafelagið

Vesturskin,

Bergen

Vit skipa fyri tiltøkum nakrar ferðir um árið. Nærri upplýsingar við at venda sær til Sørin Danielsen, tlf. 56147684 ella Elsebeth Reines, tlf. 55229049.


Føroyingar

í Noregi

E-mail:

foroyar@norden.no

Heimasíða:

www.norden.no/foroyar

Norsk-Færøysk Lag skipar javnan fyri tiltøkum fyri føroyingum og fólki við tilknýti til Føroyar. Tiltøkini verða hildin í Oslo, og nærri upplýsingar um tíð og stað fáast við at venda sær til felagið á tlf. +4722674829.


Føroyingafelagið

í Reykjavík

Ølduslóð 27

220 Hafnafjørður, Ísland

Tlf. 565 4883

E-mail: forrek@visir.is