Tað eru alsamt fleiri og fleiri næmingar í miðnámsskúlunum í Føroyum, sum hava brúk fyri sálarfrøðiligari hjálp.
Hetta eru boðini, vit fáa frá miðnámsskúlunum kring landið, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum.
Hanna Jensen, tingkvinna fyri Framsókn, hevur spurt landsstýrismannin, hvussu stendur til við sálarfrøðiligari hjálp til næmingar í miðnámsskúlunum.
Hon vísir á, at í 2005 varð mælt til, at sálarfrøðingur varð settur minst hálva tíð til at røkja uppgávuna at veita næmingum á miðnámsskúlunum sálarfrøðiliga hjálp.
Bjørn Kalsø sigur, at talið á næmingum á miðnámi, og talið á teimum sum undir hægri lestri, er veksandi og tí er sannlíkt, at tað eisini eru fleiri næmingar, sum hava tørv á sálarfrøðiligari hjálp nú, enn tað vóru í 2005.
Hann skoytir upp í, at kanningar vísa, at hjá ungum eru sálarligir trupulleikar mangan sera samansettir, og tí er ikki altíð lætt at siga, nær talan er um tørv á sálarfrøðiligari hjálp og viðgerð, ella nær talan er um tørv á aðrari hjálp.
Landsstýrismaðurin heldur at tað er ein sannroynd, at samband er ímillum sálarligar trupulleikar og førleikarnar hjá næmingunum.
Sostatt kann ivi neyvan vera um, at samband er ímillum sálarligar trupulleikar og lestrarúrslit og fráfall í skúlanum, heldur landsstýrismaðurin.
Bjørn Kalsø leggur afturat, at við støði í tilmælinum frá 2005, verður arbeitt við at styrkja sernámsfrøðiligu og sálarfrøðiligu tænastuna til næmingarnar í miðnámsskúlunum.
Í hesum sambandi verður kannað, hvussu ein skipan kann setast í verk við miðvísari sálarfrøðiligari hjálp, vegleiðing og ráðgeving til næmingar í miðnámsskulunum.
Hann sigur, at nú tey eru farin undir at nýskipa miðnámsskúlaøkið, er eisini ætlanin at taka hendan partin við.
Bjørn Kalsø vísir kortini á, at eftir lógini, sum er í gildi, er tað arbeiðið hjá lestrarvegleiðaranum at ráðgeva næmingum við sosialum, persónligum og fíggjarligum trupulleikum.
- Vegleiðingin eigur at skipa so fyri, at næmingar, sum hava tørv á sálarfrøðiligari hjálp, verða vístir til samrøðu við sálarfrøðing, sigur Bjørn Kalsø.
Fyri at tryggja, at næmingar, ið hava tørv á sernámsfrøðiligari hjálp, orsakað av sálarligum ella likamligum breki, fáa neyðuga stuðulin, hava miðnámsskúlarnir eisini skyldu til at boða Sernámi frá.
Somuleiðis ber til hjá skúlum at søkja Mentamálaráðið um serstaka játtan til sernámsfrøðilig tiltøk, eru næmingar, sum hava tørv á tí.
Bjørn Kalsø heldur, at tá ið tað snýr seg um sernámsfrøðiligan stuðul, sum bæði kann vera námsfrøðilig ráðgeving og sálarfrøðilig ráðgeving, eigur Sernám at hava ein týðandi leiklut.
- Tí verður í løtuni arbeitt við møguleikum at víðka virksemið hjá Sernámi, soleiðis at tað í størri mun eisini skal umfata næmingar í miðnámsskúlunum, sigur landsstýrismaðurin í mentamálum.
- Arbeitt verður eisini við at styrkja um námsfrøðiliga førleikan á miðnámsskúlunum, sigur Bjørn Kalsø.
Í hesum sambandi er útbúgving fyri vegleiðarar sett í verk, har eitt av endamálunum er at styrkja um dygdina í vegleiðingini.
Landsstýrismaðurin leggur afturat, at eftir lógini um Fróðskaparsetur Føroya, eiga lesandi, ið hava tørv á sernámsfrøðiligari hjálp ella stuðli, at fáa tilboð um hetta.
Somuleiðis stendur í lógini, at í serligum føri kunnu lesandi, sum hava brek sum førir við sær, at teir ikki fáa fylgt vanligu undirvísingini, at fáa tilboð um longda útbúgvingartíð og serlig undirvísingaramboð fyri at kunnu fullføra útbúgvingina, sigur landsstýrismaðurin.
|