Fleiri sangir hava yvir milliard stroymingar

Alan Walker er sera væl umtóktur á talgildum miðlum

Høvuðsnavnið á Summar Festivalinum, heimskendi norski framleiðarin og DJ’in Alan Walker, er sera væl umtóktur á talgildum miðlum.

 

Tríggir av hansara sangum hava nú meira enn eina milliard sýningar á YouTube.

 

Best umtókti sangurin er risahittið Faded, sum hevur yvir 3,3 milliardir stroymingar. Sangurin er millum 20 teir mest sæddu sangirnar á YouTube. Sangirnir Alone og Spectre hava eisini yvir eina milliard stroymingar.

 

Samanlagt hevur Alan Walker yvir 50 milliardir ljóð- og videostroymingar av sínum sangum.

 

Alan Walker hevur framførslu á Vágsbø hóskvøldið kl 23.00, og tá skal hann spæla sær á best útgjørda pallinum í Føroyum nakrantíð. Serlig útgerð til ljóð, ljós og effektir verður sett upp til framførsluna.