Nøkur skip á Fuglafirði við svartkjafti

Størstu nøgdina hevði Finnur Fríði, sum landaði 2500 tons hin 8. mai.

 

 

Seinastu tíðina hava nøkur skip verið á Fuglafirði við svartkjafti, sum Havsbrún hevur keypt.

 

Fara vit nakrar dagar aftur, landaði Høgaberg 2000 tons hin 3. mai, og hin 6. mai hevði Christian í Grótinum 2200 tons.

 

Bæði 7., 8. og 9. mai vóru eisini skip á Fuglafirði við svartkjafti - eitt skip hvønn dagin.

 

Fyrst var Norðingur hin 7. mai við 1800 tonsum, Finnur Fríði 8. mai við 2500 tonsum, og í fyrradagin var Vilhelm Thorsteinsson við 2000 tonsum.